Páll á Reynatúgvu er ikki heilt samdur við tíðindini um, at hann skal hava sagt, at sandoyarferjan skal byggjast í Føroyum og hjá Poul Mohr. Hann sigur seg bert hava mótmælt, at broytingar verða framdar í upprunaætlanini, fyri at fáa alt at hóska inn í ein avmarkaðan fíggjarkarm.
Páll á Reynatúgvu metir ikki, at hann gongur ímóti samgonguni ella Tjóðveldisflokkinum.
- Tjóðveldisflokkurin metir, at málið liggur hjá landstýrismanninum, ið hevur ein karm at arbeiða útfrá. Sum sandoyartingmaður havi eg bara mælt frá avgerandi broytingum í upprunaætlanini. Eg eri annars av teirri áskoðan, at ein eigur ikki at leggja seg út í starv landstýrismansins. Annaðhvørt fáa landstýrismenn frið at arbeiða, ella ein setir teir frá, sigur Páll á Reynatúgvu.
- Eg havi bert talað at, um ætlanir eru um at gera broytingar, fyri at fáa alt at hóska í ein avmarkaðan fíggjarkarm. Eg taki ikki støðu til, hvør skal byggja skipið. Fyri mín part sigi eg bara ongantíð betri, um tað verður bygt í Føroyum. Men tað er ikki tað, ið alt snýr seg um. Sum valdur sandoyartingmaður havi eg bert úttalað meg um, at eg kann ikki góðtaka broytingar í sera skilagóðu upprunaætlanini. Í hvussu er ikki, uttan at ein kunnar sandoyartingmenn og sandoyingar, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hann vísir á, at hann sjálvur annar fekk í samgonguskjalið, at ferjan skuldi byggjast. Í hesum lá, at hon skuldi byggjast beinanveg, tí Tróndur sleppur ikki at sigla longur enn til 1. januar ár 2001. Páll á Reynatúgvu sigur, at upprunaliga átti arbeiðið at byggja ferjuna at verið byrjað.
Páll á Reynatúgvu metir, at skal ein nú aftur gera broytingar, so verður ov leingi, til farast kann undir arbeiðið at byggja ferjuna og 1. januar ár 2001 er ikki so langt burtur.
- Hetta er eisini eitt slag av ótolni frá mínari síðu, viðgongur Páll á Reynatúgvu, sum ikki leggur seg útí, hvar skipið verður bygt, ella hvør byggir. Tað metir hann liggur í hondunum á landstýrismonnunum.