eitt fyri teir meira royndu venjararnar. Samanlagt hava umleið 50 fólk tekna seg til grundskeiðini, meðan nakað færri vera til hitt skeiðið. Vikuskiftið 11. og 12. oktober verður skipað fyri tveimum dómaraskeiðum [...] 90 luttakarar hava teknað seg til skúla, sum hetta vikuskiftið er fyri gentur og dreingir í aldrinum 12 og 13 ár. Luttakararnir koma at búgva á Venjingarskúlanum, og venjingin sjálv fer fram í høllini [...] dómararnar er við at vera fulltekna, meðan betur pláss er á hinum skeiðinum. Enn er tekningarfreitin ikki út. Flogbóltskappingini fer um stutta tíð í gongd, og fyrstu dystirnir hendan veturin vera leygardagin
n ella teldan megna at vísa heitið á lagnum, spælt verður. Tað er ikki nøktandi, men heldur ikki so løgið, alt tann stund heitini ikki eru á diskinum. Hjálp frá Internetinum Tónleikaframleiðararnir stríðast [...] upplýsingarnir kunnu liggja á CD?ini, men til tað eydnast, er neyðugt antin sjálvur at tasta upplýsingarnar inn, ella at brúka Internetið. Á Netinum ber nevniliga til at fáa øll heitini á CD?unum upp á skíggjan [...] i hjá CDDB, er settur í og koblaður til Netið, koma allir upplýsingar fram á skíggjamyndini beinanvegin diskurin verður settur í støðina. Databasan finnur fram til, hvat sett er í disklastøðina við at
vunnu ikki minni enn 10-1, og tær staðfestu, at tað var ikki av ongum, at gullið nú kemur til Klaksvíkar. Tað gekk strilti at fáa hol á, men tá Maria Jacobsen eftir knappan hálvan tíma gjørdi tað til 1-0 [...] ini hjá kvinnum. Hóast størsti spenningurin ikki júst var til hetta vikuskiftið, eftir avgerandi dystirnar fyri 10 døgum síðani, sóu klaksvíkingar fram til, at teirra lið fóra at avgera FM-kappingina við [...] skifta málverja í hálvleikinum, tí skaði forðaði vanliga málverjanum at halda fram, men tað var ikki orsøkin til stórtapið. Rannvá Andreasen skoraði samanlagt fimm mál, og hon er nú langt á odda á málskjú
hevur tað m.a. eisini eina skíggjamynd, har til ber at seta nøkur bókasøvn upp til at kanna plássnýtsluna á ávísum sløgum av fílum. Á tann hátt ber til dømis til at hava eyguni við plásskrevjandi grafikkfílum [...] evni. Til hvørt evni ? tvs. til hvønn møguleika at broyta eina uppseting í skipanini ? er ein Wizard, sum hjálpir til. Tað er sjónligt og lætt. Tað kann nýtast at rætta vanligu stillingarnar, sum til dømis [...] eingi mark fyri, hvat stillast kann inn í Windows 95. Til ber at velja, at ein ávís disklastøð ella bókasavn ikki skal síggjast í Stifinnaranum. Til ber at fáa pop-up vindeyguni í Start-knøttinum at skifta
byrjanin til 3-ára harradømi hjá Eysturoynni. ÍF vann FM í 1991 og Skála aftur í 1992. Men síðani 1992 hevur Havnin á hvørjum ári átt FM-vinnaran hjá kvinnum, til gullmerkini á fyrsta sinni nú koma til Klaksvíkar [...] hevur tað eydnast okkum at vinna gullið fyrr enn nú, sigur hann. ? Hetta trongdi til. Kvinnurnar hava verið óførar bæði til venjing og dyst, so tað er væl uppiborið, at tær nú eru føroyameistarar. Havnin [...] gentudeildini, og umframt FM-heitið, vann 1. kvinnulið silvur í steypakappingini. Tað var annars ikki líkt til, at hetta skuldi vera árið, tá KÍ vann FM-heitið. KÍ byrjaði illa í steypakappingini, og kom akkurát
einki skal fáa frið. Vit hava so nógv annað at stríðast við, veður og vind. Eg skilji als ikki, at nakar fær seg til at gera seg inn á tað, sum veksur, sigur Tróndur. Hann heldur tað eisini vera løgið, at [...] viðarlundini til Listasavnið. Tað er vanligt aðrastaðni, at kendir persónar planta trø undir hátíðarhaldi, sum tá hesi bæði trøini vórðu plantað fyri fýra árum síðan. - Tað er harmiligt, um tað ikki skal bera [...] bera til her at hava slíkar siðir, heldur Tróndur. Men tað eru ikki bara ótangar, sum gera seg inn á tað, sum veksur. Ferð eftir ferð hvørva tær mest sjáldsomu planturnar, sum Skógrøktin gera royndir við
ellisheim í Klaksvík. Í oktober mánaði fara nøkur fólk til Kópavágs í íslandi at vitja fyri at kunna seg um, hvussu ellisheim har verða bygd. Farið verður til Kópavágs, tí Kópavágur er fyrimyndin hjá øðrum býum [...] ger tað ikki verri hjá klaksvíkingum, at Kópavágur er vinarbýur hjá Klaksvíkini, og vinarbýarsamstarvinum fær Klaksvík her nakað ítøkiligt burtur úr. Vinarbýurin hevur nevniliga boðið sær til at vegleiða [...] stovnarar skul umboð fyri landsstýrið og fyri lánistovnarnar fara við til Íslands. Tá bólkurin so kemur heim aftur, skuldi borið til at farið í gongd heilt skjótt við at bygt. Øki er tøkt, og nakað av peningini
Men áðrenn hann tók avgerðina, at grindin ikki skuldi skiftast til oynna, spurdi hann, sum hann eigur at gera, bygdarráðsformenninar. Øll vóru samd um at lata onnur fáa hesa grindina, og sýslumaðurin avgjørdi [...] Regin Jespersen sigur, at tað vóru fleiri kommunur, sum ringdu og bóðu um at fáa grind, um hon ikki varð skift til økið. Tað bleiv Skála kommuna, sum fekk, tí hon var við sviðusoð eina aðra ferð, tá so stór [...] , var nakað selt, men ikki meira enn 52 skinn.Tað var bara fyri skaðar, sigur sýslumaðurin. Sýslumaðurin fær altíð stóran part, men Regin selur ongantíð burtuav sínum parti. til at samsýna við fyri tænastur
Japanarar tykjast hava prógvað, at tað ber til at royna eftir tunfiski í føroyskum sjógvi. Fyri ikki so langari tíð síðan fóru tvey japansk línuskip undir royndir eftir tunfiski í føroyskum sjógvi. Við [...] veiðu. Føroyingar hava fyrr roynt hetta, men tað gekk ikki so væl. Tá bygdu vit skip og leitaðu víða suðuri í havi. Nú vísir tað seg, at tað er kanska ikki neyðugt at fara so langt, sum gjørt varð tá. Fiskurin [...] nú royna í føroyskum sjógvi, royna við flotlínu suðuri á 6o stigum norður og vesturi á umleið sjey til níggju. Tað vil siga heilst suðuri móti markinum, sigur Fiskirannsóknarstovan. Tey seta eystur og vestur
herurin ikki sá út til at hava møguleika at fáa valdið í økinum, varð óbeinleiðis orsøkin til, at táverandi amerikanski forsetin Lyndon B. Johnson í 1965 sendi tær fyrstu rættiligu herdeildirnar til Viet [...] væntaðu teir at kunna forða Viet Cong herinum at fáa nóg nógva føði til at halda fram við bardaganum. Tá hetta heldur ikki sá út til at gera mun, fóru amerikumenn at senda hermenn niður í teir partar av [...] er reyð á liti og so mikið hørð, at væl ber til at grava tunlar í henni. Tunlarnir ganga heilt inn í miðbýin í Ho Chi Minh Býnum og vestur móti markinum til Cambodia. Bert í økinum uttanum Cu Chi eru meira