KÍ føroyameistari fyri fyrstu ferð

Fótbóltur: KÍ hevur vunnið kvinnudeildina fyri fyrstu ferð. KÍ-kvinnurnar vunnu 10-1 á Sumba, sum má niður í 2. deild. B68 og Skála eru framvegis í vanda

Sunnudagin fall avgerðin í FM-kappingini hjá kvinnum. Hóast størsti spenningurin ikki júst var til hetta vikuskiftið, eftir avgerandi dystirnar fyri 10 døgum síðani, sóu klaksvíkingar fram til, at teirra lið fóra at avgera FM-kappingina við sigri á Sumba.

Og KÍ-kvinnurnar lótu ongan iva vera um sigurin. Tær vunnu ikki minni enn 10-1, og tær staðfestu, at tað var ikki av ongum, at gullið nú kemur til Klaksvíkar.

Tað gekk strilti at fáa hol á, men tá Maria Jacobsen eftir knappan hálvan tíma gjørdi tað til 1-0, kom ferð á heimliðið. Rannvá Andreasen skoraði tvær ferðir og tvíburðasysturin, Ragna skorai eina ferð.

Eftir 4-0 í hálvleikinum misti Sumba, sum stríddist fyri lívinum í 1. deild, mótið, og eftir steðgin gekk mest sum bara ein veg. Sumba hevði nøkur álop, tá KÍ-kvinnurnar vóru dekan ov altráðar eftir at koma fram á vøllin, og einu ferðina gav tað mál.

Men KÍ sat á dystinum, og tær skoraðu seks mál seinna umfar. Stundum var álopsspælið gott, og kombinatiónirnar gjøgnum verjuna førdu ofta við sær, at spælarar gjørdust leysir. Sumba mátti skifta málverja í hálvleikinum, tí skaði forðaði vanliga málverjanum at halda fram, men tað var ikki orsøkin til stórtapið.

Rannvá Andreasen skoraði samanlagt fimm mál, og hon er nú langt á odda á málskjúttaralistanum. Í fjør vann KÍ-spælari fyri fyrstu ferð kappingina um gylta stivlan hjá monnum, og nú árið eftir bendir alt á, at KÍ-kvinna ger Kurt Mørkøre kynstrið eftir.


HB og B36 vunnu

Liðini, sum hava kappast við KÍ í oddinum, vunnu bæði sínar dystir greitt. HB spældi á Toftum, og hóast javnt var í hálvleikinum, vann HB 5-1. Í seinna hálvleiki fóru havnakvinnurnar frá heimaliðnum, og hóast tær gjørdu sjálvmál, var sigurin tryggur.

B36 spældi á heimavølli móti LÍF, og eisini har fór havnaliðið frá mótstøðuliðnum í seinna hálvleiki. B36 var tó á odda í hálvleikinum.

HB og B36 dystast nú um silvurmerkini, men greitt er, at bæði liðini fáa okkurt slag av heiðursmerkjum.

HB hevur undan seinasta umfari 30 stig, meðan B36 er tvey stig aftanfyri.

Seinasti dysturin hevði avgerandi týdning fyri botnstríðið. Skála spæli móti EB, og hóast Eiðiskvinnur løgdu nógv betur fyri, endaði dysturin við tryggum sigri til Skála. Signhild Petersen skoraði við fyrsta álopinum hjá Skála, og tá heimaliðið hevði fingið gongd á, skoraðu tær tríggjar ferðir afturat.

Sigurin førdi við sær, at tað verður Sumba, sum fer beinleiðis niður í 2. deild, meðan dysturin nú stendur millum Skála og B68 um hvør skal spæla móti fremsta liðnum í 2. deild, sum er NSÍ, um eitt pláss í 1. deild næsta ár.

Bæði B68 og Skála hava í seinasta umfarið truplan útidyst. B68 skal til Lorvíkar at spæla móti LÍF, meðan Skála skal í Gundadal, at taka dystin upp við HB.

KÍ-kvinnurnar fáa steyp og heiðursmerkja handa á Eiði, har tær skulu spæla seinasta dystin.

ek