tær babba. Ein nýggjur Sámal í familjuni, vit fara við stoltleika at fortelja honum um abba, sum hann er uppkallaður eftir. Tú hevði møguleika at fara á pensión tá tú gjørdist 60 ára gamal tann 16. desember [...] fyri - ein maður í besta aldri, at tú vildi heldur halda áfram hjá A.P. Møller. Tann 13. januar byrjaði tín sjúkralega, tú segði, at vit ikki skuldu stúra, tí tú hevði bara fingi krabbamein, ikki ein deyðadóm [...] hava ístaðin altíð samlast um tann dagin, tú kom heim. Hetta hevur verið ein dagur, har vit hugnaðu okkum saman, ein familljudagur. Ein gleðisdagur! Síðan vit mistu teg babba, havi vit mist stevið. Sorgin
pláss millum áskoðararnar. Abbin var arbeiðssamur maður. Tá eg á ungum árum arbeiddi á flakavirkinum, arbeiddi eg saman við honum har. Tá var hann 75 ára gamal, men stutt eftir hetta gavst hann at arbeiða, [...] gomlum leiðum, har teir plagdu at fiska. Hetta vóru góð ráð, nú vit yngru royndu okkum við útróðri. Eins og eg sjálvur, dámdi abbanum sera væl fótbólt og minnist eg aftur á mongu leygardagarnar vit sótu
vera fastur árligur gestur í Svínoy. Ein ferð til Svínoyar hevði als ikki verið tað sama, um ein ikki hevði verið inni á gólvinum hjá Solveig og Poul Meyer, har ein altíð hevur kent seg sum heima. Tað hendi [...] Solveig. Poul Meyer hevur verið ein serlig kempa. Hann var tiltikin svimjari, og hevur fleiri ferðir við sínum dirvi, skili og styrki bjargað mannalívum. Longu sum 17 ára gamal fekk hann Carnegie heiðursmerkið [...] verandi í Svínoy so leingi tey orkaðu. Hann var mentaður maður og fjølgaði um gamlar siðir. Hann skar torv longri enn tey flestu, og hetta gav ein serligan hugna inni við torvhita. Poul Meyer doyði í 2003
ísurin á sjónum lá langt úr landi. Pauli var tá 19 ára gamal, og einsamallur maður á dekkinum, meðan skiparin var í stýrihúsinum. Pauli skuldi hava ein enda frá trolinum har frammi frá og aftur um vantrið [...] Hann var trettan ára gamal og liðugur at ganga í skúla, tá Óli Horn ein dagin, á kaiini í Vági, meðan menn riggaðu skipini til, bað Paula koma við sum messudrongur við Skt. Jacques til Grønlands. Fyri [...] Fyri Paula var tað einki ivamál, men foreldrini og fosturforeldrini høvdu ein trupulleika, Pauli var bara trettan ára gamal, men tey kláraðu ikki at halda honum aftur. Pauli fór við sum messudrongur. Men
blað til minnis um ein góðan fyrrverandi starvsfelaga. Mikkjal Páll var ættaður úr Hovi, sonur Ásu og Poul Hovgaard. Liðugur við 10. flokk sigldi hann eina tíð, til hann sum 18 ára gamal kom til Havnar at [...] útmáting og sporing av bilum. Mikkjal Páll var sera nærlagdur í sínum arbeiði, var ein róligur og avbalanseraður maður, leyp ongantíð fram av, men vísti eitt serligt tol og úthaldni - eginleikar sum komu [...] Eli, og Pól Ása, sum eru ávikavist 6 og 8 ára gamlir. Gunvá er útbúgvin lærari og arbeiðir í Sankta Fransskúla í Havn. Hesi árini Mikkjal Páll var sjúkur, var ein torfør tíð fyri familjuna. Gunvá mátti leggja
starvsbólkarnir á Sosialinum at samstarva, og hann var ikki ein stjóri, sum var bangin fyri at smoykja upp um armar. Krisjan var ein sera tolin maður, og nú tankarnir leita aftureftir, so var hann kanska í [...] Í gjár 11.januar andaðist Krisjan Dahl eftir langa sjúkralegu. Krisjan gjørdist bert 50 ára gamal, nú hann slóknaði. Fyri góðum ári síðan gjørdist hann sjúkur og kom ongantíð fyri seg aftur. Fyri okkum [...] Sosialurin prentaði, fóru á heysin, og sum fyritaksstjóri nívdi gongdin Krisjan sera nógv. Hann var ein persónur, sum ikki dugdi at leggja arbeiðið eftir á arbeiðsplássinum, tá hann hevði frí, og hinvegin
um til-burðir og hending-ar. Hann kom á handils-skúlan seinnapartin av 80?árunum. Hann var ikki ein maður, sum impo-neraði við síni fram-ferð, men hann vann við tíðini. So við og við komu vit at kennast [...] so lurtaði hann eftir og var ikki fast-læstur. Tí var hann hollur í ráðum. Tað er ein stríðsmaður, sum er farin, segði ein starvsfelagi henda dagin. Nógv dømi eru um tað. Eitt skfiti var Klæmint formaður [...] eisini. Yrkingin, sum Janus Djur-huus yrkti í 1944 um M. A. Jacobsen, sum doyði hetta árið bert 52 ára gamal, hóskar væl til Klæmint, sum náddi sama aldur. Her er annað ørindi: Bjart var títt skygni og skarpt
ákoyringar við sær, so hevur ein alla tíðina kensluna av, at arbeiðið hjá einum ikki er til fánýtis. Fortreytin er sjálvandi, at ein arbeiðir fyri samfelagið, og at ein hevur eitt hugsjónarligt grundarlag [...] Jógvan Sundstein, Føroya løgmaður 1989-91, og formaður Fólkafloksins 1980-93, var sløknaður 91 ára gamal. Tankar okkara leita fyrst og fremst til konu Jógvans, Lydiu, og børnini, Rutt og Eivind, familjur [...] fyrst hjá Betty Arge og síðani í gamla Kommunuskúlanum, haðani hann eisini tók realprógv í 1949, 16 ára gamal. Hann arbeiddi síðani í Sjóvinnubankanum í trý ár, og í 1952 gekk leiðin til Keypmannahavnar, har
men tá í tíðini var tað ein fragd hjá børnum at sleppa upp í lastina á traktorinum hjá abba. Tískil hjálptu ofta ein rúgva av børnum til í bønum, einans við tí fyri eyga, at fáa ein túr við traktorinum. [...] altíð mettur at vera ein skilagóður maður, og var tað tí óivað sera hart hjá honum at tillaga seg hesa nýggju tilveru, tí hóast hann ikki mintist so nógv frá sama degi, var hann enn eins gløggur og áður. Eg [...] Flaggdagin andaðist abbi mín, Jákup Esmar Olsen, vanliga nevndur Jákup uppi á Regni, 86 ára gamal. Hóast høgan aldur, var hann alt annað enn mettur av døgum. Eitt eyðkenni hjá abba var nevnliga, at hann
eini tvey ár. Í 1948 fekk pápi okkara starv sum lærari á Velbastað og Kirkjubø. Tá vart tú sjey ára gamal.Vit búðu á Velbastað inntil í 1959 tá pápi okkara fekk starv í Kommunuskúlanum í Havn. Tú tók [...] bleivst kendur millum fólk sum ein koyrilærari við sera góðum evnum at geva frálæru í bæði teori og koyring. Eisini koyrdi tú hýrivognskoyring í nøkur ár. Grindaformaður vart tú eisini í fleiri ár [...] á baki, tá hann var stórur smádrongur og hálvvaksin. Somuleiðis tín æra at Sandágerð er vorðið ein enn størri náttúruperla. Tú fekk hugskotið at leggja sand inn hagar og væl hildnaðist, sandurin liggur