Til minnis um Mikkjal Páll Hovgaard

Fríggjadagin 28. mai 2004 andaðist Mikkjal Páll Hovgaard í Havn 35 ára gamal.

Hóast nakrir mánaðir eru farnir síðan Mikkjal Páll fór hiðani, vil eg fegin festa nøkur orð á blað til minnis um ein góðan fyrrverandi starvsfelaga.

Mikkjal Páll var ættaður úr Hovi, sonur Ásu og Poul Hovgaard.

Liðugur við 10. flokk sigldi hann eina tíð, til hann sum 18 ára gamal kom til Havnar at arbeiða í 1987.

Hann hevði stóran áhuga fyri bilum og arbeiddi eitt ár hjá Bilfríðkan við Velbastaðvegin, áðrenn hann fekk starv hjá Super Dekk Service við Hoyvíksvegin, har hann í fleiri ár arbeiddi við dekkum og við útmáting og sporing av bilum.

Mikkjal Páll var sera nærlagdur í sínum arbeiði, var ein róligur og avbalanseraður maður, leyp ongantíð fram av, men vísti eitt serligt tol og úthaldni - eginleikar sum komu honum til góðar, tá hann seinni gjørdist sjúkur.

Hann mátti gevast hjá Super Dekk Service, tá hann bleiv sjúkur í rygginum í 1995.

Frá 1996-99 gekk Mikkjal Páll á Føroya Handilsskúla, har hann tók FHS- og hægri handilsskúlaprógv.

Á heysti 1999 varð staðfest, at hann var álvarsliga sjúkur í lungunum, og í februar 2000 fór hann gjøgnum eina stóra skurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, tá bæði lunguni vórðu skift út.

Tað tók honum langa tíð at koma ordiliga fyri seg aftur. Hann kom seg nøkulunda, men bleiv so aftur sjúkur, og á sumri 2003 mátti hann aftur gjøgnum eina stóra skurðviðgerð, tá høgra lunga aftur bleiv skift út.

Mikkjal Páll var leingi bundin at koyristóli við eini iltfløsku settari til. Hann fekk ein sergjørdan bil, og hann kláraði seg væl og kundi fylgja við í tí, sum hann hevði áhuga fyri.

Mikkjal Páll var giftur við Gunvá Mortensen av Eiði, tey fingu synirnar Jógvan Eli, og Pól Ása, sum eru ávikavist 6 og 8 ára gamlir. Gunvá er útbúgvin lærari og arbeiðir í Sankta Fransskúla í Havn.


Hesi árini Mikkjal Páll var sjúkur, var ein torfør tíð fyri familjuna. Gunvá mátti leggja læraraststarvið frá sær eina tíð, og saman við dreingjunum búði hon ein stóran part av tíðini á Hotel Torshavn, meðan hann lá á Ríkissjúkrahúsinum. Tíðin var eisini eitt prógv um gott samanhald í familjuni.

Hóast Mikkjal Páll var álvarsliga sjúkur, var hann ein savnandi miðdepil millum føroyingarnar á Ríkissjúkrahúsinum.

Hann var viljasterkur og sat ikki og kúrdi, men fylgdi væl við, hvussu aðrir føroyskir sjúklingar høvdu tað, hann prátaði við øll og var opin og erligur um sína egnu sjúku. Hetta gjørdi, at hann fekk nógvar vinir og var ein góður stuðul hjá øðrum sjúklingum.

Tað eru nokk fleiri sum minnast Mikkjal Páll frá eini sending í Sjónvarpi Føroya í 2003, í samband við at Kristnastova í Keypmannahavn fylti 30 ár, tá leiðarin, Øssur Berghamar, vitjaði familjuna á eini sjúkrastovu á Ríkissjúkrahúsinum.

Fríggjadagin 28. mai 2004 andaðist Mikkjal Páll á Landssjúkrahúsinum, bert 35 ára gamal.

Friður veri við minninum um Mikkjal Páll Hovgaard.


Fyrrverandi starvsfelagi