Fyrispurningur Hóast Tórbjørn Jacobsen hevði boðað frá, at uttanumtosið nú skuldi fáa ein enda, so hava orðini hjá danska forsætisráðharranum neyvan ljóðað sum annað enn júst hetta í oyrunum á føroyska [...] er púra greitt, at Føroyar eru ikki ein statur, og líka greitt er tað, at føroyska fólkið er eitt fólk. Alt hetta kunnu vit síggja í heimastýrislógini, og tað er hana, stjórnin heldur seg til, segði f [...] orðið ?tjóð? ongan greiðan rættarliga týdning hevur, og at fólkarætturin brúkar orð sum ?statur? og ?fólk?. Ikki færri enn tríggjar ferðir endurtók Tórbjørn Jacobsen spurningarnar hjá sær, og triðju ferðina
grunninum einar tvær milliónir krónur. Fleiri av bondunum í skrokkinum skulu skiftast út, og spildurnýtt dekk skal eisini gerast. Harumframt skulu fleiri bjálkar undir dekkinum og í skipinum, sum eru illa farnir [...] ringum standi, og tørvur er á eini høvuðsumvæling. Grunnurin Sluppin, sum eigur Westward Ho, hevur nú tikið stig til at umvæla sluppina. Jónsvein Lamauge, havnameistari, er formaður í grunninum, og hann [...] kosta nakrar hundrað túsund krónur. Westward Ho hevur ligið á beding á Tórshavnar Skipasmiðju, har fólk hava tett øll hol, og gjørt klárt at seta fast, so hon er klár til túrin niður til Skotland. Partur
koma fleiri og fleiri fólk. Onkur omma hevur eisini tikið ommubarnið við. ? Tað eru nakrir ymiskir sum spæla hvørja ferð. Jákup Lindenskov plagar at siga, hvat fyri sangir vit skulu syngja. Vit byrja vanliga [...] Tilhaldinum í Tórsgøtu. Sangurin hoyrdist langt út í gongina, og inni í sjálvum hølunum stóðu eini 25-30 fólk savnað um eitt klaver, og sungið varð av lívsins kreftum. ? Vit syngja hvønn týsdag, sigur Katrin [...] vit bara sang einaferð um mánaðan, síðsta fríggjadag í mánaðanum, men tað hildu tey vera ov lítið, so nú hava vit valt at økja um sangin. Og tað dámar teimum væl. Fleiri eru, sum passa ommu- og abbabørn,
spurningur um tíð - og um á hvønn hátt. So hví ikki velja tey fólk og teir flokkar, sum hava munadyggar og framskygnar visiónir um, hvussu Føroyar skulu skipast sum ein sjálvstøðug tjóð... [...] sjálvræði ella ikki, at velja ímillum at arbeiða fyri fullum sjálvsavgerðarrætti, ella um danir enn skulu hava rætt at leggja seg út í føroysk viðurskifti. Tað er tað, sum er aðalspurningurin. Og so snýr [...] virðingina frá útheiminum mótvegis føroyingum og umvent. Ynskja føroyingar at verða viðurkendir sum egið fólk í umheiminum? Ella ynskja teir framvegis at verða eitt slag av hálv-dønum í eygunum á øllum øðrum
fólkum, sum bara vilja tað besta, men tá ið ætlanirnar síðani skulu gerast veruleiki og pengar setast av, eru teir sum trøllaðir. Tað vísir eitt nú arbeiðið við bókasavnslógini, sigur Martin Næs, og leggur [...] orsakað av eini samantvinning av nógvum viðurskiftum. Fólk gerast meiri og meiri tilvitað, og tað, at Mentunargrunnurin játtar pengar í tíðarskeið, ger, at fólk hugsa øðrvísi. Álitið Avmarkaður marknaður hevur [...] liggja nógv álit. Álit, sum upp ígjøgnum tíðirnar eru skrivað um mentan og list, og hvørjar karmar tær skulu hava at virka undir. Vit kunnu ikki annað enn ásanna, at tað hevur ikki staðið á at skriva álit. Sjálvur
var at bróta upp úr nýggjum. Hvørjir vóru hesir slóðbrótarar? Teir fyrstu vóru Rasmus Effersøe, ið nú er serliga kendur fyri sangir og sjónleikir sínar. Síðani er at nevna teir tríggjar javnaldrarnar Mads [...] og ábreiðslur. Ábreiðslurnar eru ikki at koma uttanum, tað vil so vera. Tað fara altíð at finnast fólk, sum av alt ov kenslubundum yvri kenna heimsmynd sína ridla, tá ið tey síggja okkurt á prenti, sum [...] líkasæluna frá medmenniskjum, sum í tíð og úrtíð tala um, hvussu heithugað tey eru, men sum tá ið tey skulu sýna henda hugan í verki, fáa ikki leitað hann fram. Tað skal treysti og trú til at tola slík kor
skal hetta roknistykkið kunna hanga saman? Skulu tey gomlu flyta inn til børnini ella eta tara? Skulu tey aftur at skera torv, tí olja er ov dýr? Blokkurin Um vit nú ongantíð høvdu fingið blokkin, hvussu var [...] orðið, tá sum nú, ikki er frítt í Føroyum ? meðan Føroyar skal verða »frítt« ? siga kotamenn og endurtaka seg sjálvan eina ferð enn. Í ár 2002 eiga vit at hava talu- og skrivifrælsi, uttan at fólk halda og [...] okkara børn borgar fyri eini liviberandi framtíð fyri okkum, sum nú eru foreldur, tá vit verða gomul. Mín áheitan skal tí vera til alt Føroya fólk antin at velja Javnaðarflokkin ella Sambandsflokkin inn á ting
fyri. ?Fólk tóktust at vera rættiliga væl nøgd, og sum heild haldi eg, at messan eydnaðist væl. Eg haldi, at tað var eitt høgt støði á stevnuni, sigur Esbern Hansen. Hann sigur, at omanfyri túsund fólk mestur [...] m kundi hugsað sær, at ein KT-messa kanska gjørdist ein afturvendandi táttur annaðhvørt ár, men nú skulu teir líka sleppa at anda aftur eftir hesa messuna. Fyrilestrar Afturat sjálvari messuni í Norðu [...] fyri messuni størri. Esbern sigur, at verkfallið nokk hevur havt ein fingur við í spælinum. Teir fara nú at eftirmeta stóru verkætlanina, sum hevur kostað yvir eina millión at fyrireika hjá KT-felagnum. Teir
samfelag, eitt nú við at næmingar í fólkaskúlanum læra mentunarfatan, har listin eisini er umboðað. Á tann hátt gerast mentan og list meiri viðkomandi fyri tey ungu, tí tað eru tey, sum skulu bera mentunararvin [...] aftur. Lættari hjá monnum Kvinnur skulu ikki bert veljast av tí, at tær eru kvinnur, men fyri tað tær standa fyri, heldur Annika Olsen. Hetta er í stuttum svarið hjá henni, nú vit spyrja hana, hvørji kvinnupolitisk [...] týdning og tí er umráðandi, at fólk verða betur upplýst, hvat javnstøða í grundini merkir. Fyri at koma fordómunum til lívs, kundi Javnstøðunevndin brúkt orku uppá at upplýst fólk um, hvat javnstøða er. Føroyska
4200 vitjanir verið á heimasíðuni og er tað nógv meiri enn væntað. Atkvøðugreiðslan á heimasíðuni ?Skulu kvinnur hava fleiri tingsessir?? hevur verið væl vitjað. Pr 21. apríl 2002 høvdu umleið 480 greitt [...] bert fáar kvinnur valdar. Og hugsa vit um glastakið, tey 36 prosentini sum sambært kynsgranskarum skulu til fyri at kvinnulig umboðan av álvara munar, so er eisini tað eitt argument fyri at gera Føroyar [...] eitt valdømi, tí sambært Wilmu Rule hava kvinnur kjans í valskipanum, har hvør flokkur fær fleiri fólk vald í hvørjum valdømi?. Annar greinskrivari er Ólavur Rasmussen, prestur, sum byggir sína grein á