Eitt fólk - ikki ein statur

Danski forsætisráðharrin stendur ikki til at vika í sínari áskoðan um Føroyar. Tað ger Tórbjørn Jacobsen heldur ikki, og mikudagin brustu teir báðir enn einaferð saman í Fólkatinginum. Líka ósamdir sum hinar ferðirnar, teir hava verið í hólmgongu í fólkatingssalinum.

Fyrispurningur
Hóast Tórbjørn Jacobsen hevði boðað frá, at uttanumtosið nú skuldi fáa ein enda, so hava orðini hjá danska forsætisráðharranum neyvan ljóðað sum annað enn júst hetta í oyrunum á føroyska fólkatingsmanninum.

Teir báðir brustu enn einaferð saman í fólkatingssalinum mikudagin, og eins og hinar ferðirnar, forsætisráðharrin hevur svarað fyrispurningum frá Tórbjørn Jacobsen, kom ósemjan teirra millum týðiliga til sjóndar.

Teir eru ikki samdir um støðu Føroya, og tað letur til, at sama hvussu nógvar fyrispurningar, Tórbjørn Jacobsen setur, so koma teir ikki nærri einari semju.

Tórbjørn Jacobsen vildi hava forsætisráðharran at viðurkenna, at føroyska fólkið sambært fólkarættinum er ein tjóð, eitt fólkarættarligt subjekt, og at føroyska fólkið hevur sjálvsavgerðarrætt samsvarandi fólkarættinum.

Landsstýrið og undanfarna stjórnin vóru alt annað enn samd um hesar spurningar, og Tórbjørn Jacobsen segði seg hava varhugan av, at nýggja stjórnin hevur somu støðu sum stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen. Hann vildi tí hava eitt greitt svar uttan uttanumtos frá danska forsætisráðharranum um hesar spurningar.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>



Sama svar sum áður
Standardsvarið hjá undanfarnu stjórnini var, at avgerðin um fullveldi liggur í Føroyum, og kemur ein umbøn um hetta úr Føroyum, so verður hon eftirlíkað í Danmark. Sama svar var aftur at hoyra í fólkatingssalinum mikudagin.

Anders Fogh Rasmussen kundi ikki viðurkenna tað, sum Tórbjørn Jacobsen vildi hava hann at viðurkenna.

- Nýggja stjórnin hevur júst somu støðu sum undanfarna stjórnin. Nevniliga, at stjórnin og Fólkatingið fara at virða eitt ynski frá føroyska fólkinum um fullveldi, um eitt sovorði ynski kemur.  Tí kann eg ikki geva Tórbjørn Jacobsen ta váttan, sum hann vil hava, segði Anders Fogh Rasmussen.

- Tað er púra greitt, at Føroyar eru ikki ein statur, og líka greitt er tað, at føroyska fólkið er eitt fólk. Alt hetta kunnu vit síggja í heimastýrislógini, og tað er hana, stjórnin heldur seg til, segði forsætisráðharrin, sum vísti á, at orðið ?tjóð? ongan greiðan rættarliga týdning hevur, og at fólkarætturin brúkar orð sum ?statur? og ?fólk?.

Ikki færri enn tríggjar ferðir endurtók Tórbjørn Jacobsen spurningarnar hjá sær, og triðju ferðina setti hann seg sjónliga ónøgdur niðuraftur í stólin hjá sær.

- Tað er ikki danska Fólkatingið, sum skal sita við rættinum til at gera av, um Føroyar skulu vera ein statur ella ei. Hesin rætturin liggur eina og aleina hjá føroyska fólkinum. Eg endurtaki spurningarnar einaferð enn, tí eg haldi, at føroyska fólkið hevur krav uppá svar, segði Tórbjørn Jacobsen.<o:p></o:p>



Skuggaboksing
Men forsætisráðharrin kundi bert geva sama svar, sum hann fleiri ferðir var komin við. At tað ikki er danska stjórnin, sum forðar fyri, at Føroyar fáa fullveldi.

- Kemur ein tílík umbørn úr Føroyum, so verður tað so. Tí havi eg eitt sindur ilt við at skilja, hvat Tórbjørn Jacobsen heldur vera trupulleikin, segði Anders Fogh Rasmussen, sum helt framferðina hjá Tórbjørn Jacobsen minna um skuggaboksing.

- Tórbjørn Jacobsen kann gott halda, at Føroyar, føroyska løgtingið, føroyska fólkið stendur yvir donsku grundlógina, men tað er og verður eitt rættiliga teoretiskt kjak. Tað hevur í veruleikanum ongan týdning, tí ein breiður meiriluti í Fólkatinginum og skiftandi danskar stjórnir hava staðfeðst, at kemur eitt ynski frá føroyskari síðu um fullveldi, so fáa føroyingar tað.

- Tórbjørn Jacobsen roynir tí at halda lív í einum teoretiskum kjaki, og hetta er skuggaboksing móti einum ósjónligum fígginda, segði forsætisráðharrin, sum fekk seinasta orðið í hesari hólmgonguni teirra millum.