Skaldskapur í óbundnum máli er rættiliga ung list í Føroyum. Sum í øðrum londum hava vit okkara sagnir og ævintýr, ið eingin veit aldur á, og eingin kennir upphavsfólk til. Meðan teir í øðrum londum hava fingist við skaldsøguskriving í øldir, ja, í ártúsund, so er skaldsøguskrivingin í Føroyum bert gott og væl 100 ára gomul. Tað er ikki burtur av leið at siga, at tað var Hammershaimb, sum við sínum beinraknu og málføgru fólkalívsmyndum setti sjøtul á hansara skriving. Dr. Jacobsen var ? kanska av røttum tá ? so svartskygdur, at hann helt, at ikki var føriska málinum lív lagað. Men tann skaldsligi siðaarvurin, sum sagnirnar og kvæðini høvdu skapað tjóðini, man hava verið sterkari enn doktarin grunaði, tí eitt skald fyri og annar søguskrivarin eftir spratt líkasum upp úr ongum og fór at nýta málið soleiðis, sum tað ikki áður var nýtt. Hetta var at bróta upp úr nýggjum.
Hvørjir vóru hesir slóðbrótarar? Teir fyrstu vóru Rasmus Effersøe, ið nú er serliga kendur fyri sangir og sjónleikir sínar. Síðani er at nevna teir tríggjar javnaldrarnar Mads Andreas Winther, Sverre Patursson og Regin í Líð, allir føddir sama ár, 1871. Regin í Líð ella Rasmus á Háskúlanum var tann, ið avrikaði mesta bragdið við at skriva fyrstu førisku skaldsøguna "Bábelstornið", ið kom út í 1909. Hevði Regin í Líð livað í einum hátt mentaðum samfelagi, hevði hann verið heiðraður fyri hetta bragdið, men so var ikki.
Næsta ættarliðið av skrivandi monnum eru Mikkjal á Ryggi, Hans A. Djurhuus, Jákup Dahl, Louis Zachariasen. Hesir fýra eru kortini ikki í fyrstu røð kendir sum prosaskald, men hava teir allir roynt hesa listagrein.
Tá ið triðja ættarliðið kom, bar til. Teir tríggir H. M. Ejdesgaard, Heðin Brú og Martin Joensen roynast allir betur enn sínir undangongumenn. Sostatt kunnu vit við gleði ásanna, at okkara skaldskapur á óbundnum máli so langt hevur ment seg í vavi sum í dygd.
Frá Martini Joensen hava vit fingið 4 stuttsøgusøvn: "Útrák", "Gamli maðurin og varðin", "Klokkan ringir" og tann frálíka "Heimadoktarin" og síðst, men ikki minst tvær stórar skaldsøgur "Fiskimenn" og "Tað lýsir á landi" sum í roynd og veru er ein skaldsøga upp á 722 síður, tí at tað eru somu persónarnir sum ganga aftur í bókunum.
Martin hevur við prosaskriving síni lýst lív og lyndi og lagnur í tí samfelag, hann er dælur við, soleiðis sum hann kendi tað. Martin pyntaði ikki sín stíl við málblomstrum, hann hevði allatíðina samband við jørðina, stillfarandi, treystliga, har er stundum ein undirtóni av frískari ironi, av góðlíðandi háð, men hesin tónin kemur sjáldan upp gjøgnum vatnskorpuna, uttan heldur seg undir. Martin Joensen var veruleikans maður burturav. Hann revsar ikki, men loynir heldur ikki, at hann unnar øllum góðum kreftum at liva og trívast.
Tað er ikki altíð lætt at skriva á føriskum, málið skal evnast til, mýkjast, tað skal leitast upp úr goymslum, nýskapast og setast inn í samanhang, sum tað ikki er so dælt við. Hóast rithøvundar hava undanmenn at leita aftur til, so var tá so lítið av prosa skrivað á føriskum, at tað munti ikki altíð. Aðru hvørja løtu rendi tú teg fastan. Ikki minst tá ið tú skuldi út úr degnum við hansara skiftandi ljósum og ljóðum og inn at geva sálini mál. Tá hekk tú oftast sum í leysum lofti, tí føringurin hevur allar dagar hugt at sær sjálvum uttanifrá ikki innanifrá.
Hóast hesar troyttandi meinbogar eydnaðist tað Martini Joensen at skapa sær eitt mál, ið mangan sat sum stoypt.
Tað eru aðrir og uppaftur møðismiklari vansar, ið møta manninum, ið má skriva soleiðis, sum samvitskan býður honum. Hann hevur varna og viðhald fyri neyðini, men fær oftast í staðin fyri kulda, misskiljingar, líkasælu og ábreiðslur. Ábreiðslurnar eru ikki at koma uttanum, tað vil so vera. Tað fara altíð at finnast fólk, sum av alt ov kenslubundum yvri kenna heimsmynd sína ridla, tá ið tey síggja okkurt á prenti, sum tey ikki eru samd í og sum líkist lívinum alt ov nógv. Hetta er alt væl tolandi, verri er at bera kuldan og líkasæluna frá medmenniskjum, sum í tíð og úrtíð tala um, hvussu heithugað tey eru, men sum tá ið tey skulu sýna henda hugan í verki, fáa ikki leitað hann fram.
Tað skal treysti og trú til at tola slík kor, og kortini er tað alt ov satt, at førisk prosaskald altíð hava livað undir slíkum korum. Nú er farið at lýsa í í so máta, haldi eg meg kunna siga, men tað er syrgiligt at noyðast at ásanna, at tá ið Martin var á lívi og virkaði, var als ikki lagað høvundunum, at skriva so nógv, sum teir fegin vildu, tað bar snøgt sagt ikki til, teir høvdu ikki ráð til tað og als ikki høvi.
Bókmentaliga støðan var út av lagi vánalig. Bøkurnar hjá Martini lógu í áravís krógvaðar í onkrari skuffu, tí at tað var eingin møguleiki at fáa tær út í bók. Tað var mestsum av tilvild, at "Fiskimenn" kom út. Hevði ikki Norrøna forlagið v/ Petur Háberg lagt uppí, hevði staðið illa til. Hetta neit Martin Joensen ómetaliga meint, og tá ið so móttøkan var bara so sum so, gjørdi tað tað ikki betur. Tað er ikki langt frá at siga, at henda lagnan sum høvundur gjørdi av við hann.
"Vit hava loyvi at halda," skrivar Chr. Matras, "at høvdu menn við livandi sál og kønari metan tikið betur undir, hevði Martin fingið annað úrslit úr skrivingarhuga sínum og skrivingargávum, enn hann fekk.
Eitt annað kundi havt hjálpt honum ? og øðrum ? at fingið betur burtur úr gávum sínum, tað eru umstøðurnar, ella tað andliga veðurlagið ? sum tey eru von at taka til ? sum slíkar bókmentir trívast best í. Eg eigi nøkur brøv frá Martini, og av øllum teimum skilst, at útvortis umstøður ? eitt nú trupulleikar við at fáa útgivið bøkur, trot upp á kønar metarar, og so hetta at skrivandi menn her á landi ofta sita so illa fyri, eru so spjaddir, at tær røttu atstøðurnar eru ikki til, tað skilst, at slíkt hevur verið skriving hansara ein meinbogi."
Martin er ein tann størsti sálarlýsari í bókmentum okkara. "Hann er á báti við teimum," sigur Matras, "sum úti um heim hava roynt at lýsa menniskjuna, og við síni humanistisku sjón er hann leysur við alt heimføðisligt."
Tað siðsøguliga virðið, sum liggur í bókum hansara, kann ikki metast nóg høgt. Undirritaði tekur bøkur hansara fram í heilum, eg lesi eitt nú "Fiskimenn" ferð eftir ferð. Av tí at eg so at siga eri púra sørur í slupptíðini, havi eg við at lesa hesa bók, eina holla fatan av, hvussu henda týdningarmikla pionertíðin í landsins søgu var líka frá reiðara niður til tann neyðarsliga smádreingin, ið fór til skips á fyrsta sinni.
Martin Joensen var ikki bara ein av okkara størstu høvundum, men hann er eisini ein tann størsti í sálarfrøðini, hansara persónar eru ómetaliga væl lýstir sálarliga.
Martin fór til skips sum seytjan ára gamal og var burtur í trý ár. Í 1922-23 fór hann á Føroya Fólkaháskúla. "Og tá ið eg skal siga nøkur orð um meg sjálvan," skrivar hann til Matras, "man hesin veturin hava havt ógvuliga nógv at týða fyri meg. Eg ætlaði mær handilsvegin, ætlaði niður á handils-háskúla í Danmark, men eg haldi, eg varð "vaktur" á Háskúlanum. Søgufyrilestrarnir hjá Símun av Skarði vaktu og góvu annað sýni á lív og framtíð. S. av Skarði ráddi mær til at fara á læraraskúla. Eg kendi ongan hug til lærarayrki, men við slíkum arbeiði slapp ein betur fram at bókunum og at søkja sær kunnleika. Háskúlin gav eisini okkum, sum lítið og einki høvdu lært at føroyskum, hina fyrstu leiðbeining í at skriva føroyskt."
"? og viðvíkjandi hinum, tygum spyrja um," skrivar hann víðari, "hvørjar bøkur og hvørjir menn, ið týdning kunna hava havt fyri skrivingina, so tykist mær tað ringasta at svara upp á. Eg havi lisið rættiliga fitt, men eg veit beinan vegin ikki at siga, hvat kann hava sett merki á søguskrivingina. Ein kann lesa høvundar, hann gerst hugtikin av, men so dettur hann á aðrar, sum aftur kunna taka burtur hitt fyrsta árinið. Mær hevur dámt ? og mær dámar ? væl hini russisku søguskaldini: Dostojefskij, serliga, Tolstoy, Gogol o.a. Teirra menniskju eru okkum kunnig, og realisman hjá teimum storknar ongantíð sum hjá vestanskaldunum. Men latið meg nú ikki fara at møða tygum við at rokna bøkur upp ? so kann tað ljóða sum sjálvreyp. Eina tíðina vóru vit hugtiknir av Laxness. Kinck las eg, tað vóru tygum, sum góvu honum viðmæli. Nei, tað haldi eg fer at vera ógjørligt at siga hvørjar bøkur mestan týdning kunnu hava fyri einum. Realisman kann hava bundið mangan ov nógv, men nú eru aðrir streymar uppi, sum kunna geva ein anda av frískleika. Hjá honum, ið mestanpartin av ævini livir í fjarskotnum bygdum, hava menn ikki so nógv at týða fyri skriving hansara. Tá munnu bøkurnar seta størri spor. Eg havi ikki havt høvi at koma saman við bókmentamenn. Tað kann hava verið onkra løtuna, tá ið eg havi verið burturi og ferðast.
? Tey (korini) hava altíð verið ógvuliga vánalig og kunna als ikki hava framt um skrivingarroyndirnar. Tað hevur verið eitt baks við at liva og einki annað. Onkur fríløtan kann hava verið, tá ið tú hevur sett teg niður at skriva nakrar reglur."
Hvat høvdu føriskar bókmentir ikki verið fátækar uttan henda ediling.