MESSA
Fríggjadagin og leygardagin farna vikuskiftið var stór KT-messa hildin í Norðurlandahúsinum í Havn.
Tað var KT-felagið, ið skipaði fyri stevnuni. Á síðuni kunnu tit síggja eitt sindur av tí, ið myndamaður okkara fangaði, tá hann koma framvið fríggjamorgunin.
Messan var bæði fríggjadagin og leygardagin. Tann fyrra dagin, so var virksemið merkt av, at dagurin varð ætlaður sum business to business ella vinna til vinnu.
Eini tjúgu framsýnarar vóru við á stevnuni, og tað skal eisini sigast, at tú skalt leita leingi eftir snøggari messu. Básarnir vóru so at siga allir prýddir óalmindiliga snøgt, og tú hevði ringt við at skilja, at KT-vinnan ikki er ein høvuðsvinna í Føroyum, tí andlitið úteftir var framúr væl úr hondum greitt.
Nøgdur
Esbern Hansen, formaður fyri KT-felagið, er væl nøgdur við messuna, ið teir jú skipaður fyri.
?Fólk tóktust at vera rættiliga væl nøgd, og sum heild haldi eg, at messan eydnaðist væl. Eg haldi, at tað var eitt høgt støði á stevnuni, sigur Esbern Hansen.
Hann sigur, at omanfyri túsund fólk mestur hava vitjað messuna teir báðar dagarnar. Luttøkan var ógvuliga góð tann fyrsta dagin, men seinni dagin hevði tað hug at vera eitt sindur linligt við uppmøting, men út á seinnapartin gjørdist áhugin fyri messuni størri. Esbern sigur, at verkfallið nokk hevur havt ein fingur við í spælinum.
Teir fara nú at eftirmeta stóru verkætlanina, sum hevur kostað yvir eina millión at fyrireika hjá KT-felagnum. Teir rokna við, at ein tílík messa verður aftur á skránni, men hetta verður ikki longu komandi ár.
?Tað krevur nógva orku at fyrireika eina tílíka stevnu, og fyritøkurnar hava eisini stóran kostnað av hesum. Samstundis skulu tær eisini hava okkurt at sýna fram, so tað verður vónandi ein messa aftur, men hetta verður í fyrsta lagi um tvey kanska trý ár, sigur Esbern Hansen.
Formaður í KT-felagnum kundi hugsað sær, at ein KT-messa kanska gjørdist ein afturvendandi táttur annaðhvørt ár, men nú skulu teir líka sleppa at anda aftur eftir hesa messuna.
Fyrilestrar
Afturat sjálvari messuni í Norðurlandahúsinum, so vóur eisini fleiri fyrilestrar á skránni. Fyrireikararnir høvdu fingið hendur á Útvarpshøllini, og her vórðu so fyrilestrarnir hildnir.
Uttan úr heimi vóru komnir tveir fyrilestrarhaldarar. Torben Marcussen arbeiðir fyri Microsoft í Danmark, og hann var komin til Føroya at greiða eitt sindur frá, hvørjar ætlanir og vørur, ið Microsoft setir í samband við framtíðina. Torben Marcussen ferðast nógv runt fyri at halda fyrilestrar. Eisini greiddi hann frá um ein av nýggjastu limunum í Windows familjuni hjá Microsoft ? Windows XP. Stórur áhugi var fyri fyrilestrinum hjá Torben Marcussen, og fleiri av royndu fólkunum innan KT-vinnuna í Føroyum royndu seg eisini við spurningum til roynda mannin frá einari av heimsins størstu KT-fyritøku, ið ein av heimsins ríkastu monnum jú eigur.
Hin háttvirdi gesturin uttan úr heimi var Bo Harald. Hesin maðurin er einki minni enn varastjóri í Nordea. Talan er um ein stóran stovn, sum fyri tað nógva rekur bankavirksemi. Nordea hevur lagt serliga stóra orku í at fáaast við E-banking ella kanska a-bankavirksemi (alnet).
Hetta hevur teir gjørt sær so góðar royndir av, at teir eru at kalla at meta sum leiðandi á hesum økinum.
Bo Harald tosaði í sínum fyrilestri nógv um, at tað tekur tíð at fáa alt hetta at virka. Hann segði, at vit ofatni vænta ov nógv av tøknifrøðini og halda, at hon fer at sláa til mestsum beinanvegin, men sannleikin er ein annar.
Hann legði eisini stóran dent á, at møguleikarnir við tøknifrøðini hjá kundunum skulu tillagast til tørvin og ynskini.
Boðskapurin var tann, at tøknifrøðin hevur gjørt tað bæði betri og bíligari hjá teimum at reka bankavirksemi. Í framtíðin fara munandi fleiri møguleikara at liggja innbygdir í fartelefonini. Í løtuni arbeiða teir við trygdini, og tað liggur ikki leingi burtur at siga alt bankavirksemi hjá kundunum at klárast við fartelefonini.
Lesið meira um KT-messuna í Sosialinum seinni í vikuni.