JAVNSTØÐA
Átakið ?Fleiri kvinnur á Ting? byrjaði 8. apríl og endar 30. apríl 2002, tá Løgtingval er. Nýtt tilfar hevur verið lagt á heimasíðuna hvørja viku og byrjar seinasta vikan í átakinum mánadagin 22. apríl 2002. Higartil hava umleið 4200 vitjanir verið á heimasíðuni og er tað nógv meiri enn væntað.
Atkvøðugreiðslan á heimasíðuni ?Skulu kvinnur hava fleiri tingsessir?? hevur verið væl vitjað. Pr 21. apríl 2002 høvdu umleið 480 greitt atkvøðu og býta atkvøðurnar seg soleiðis, at 72% siga ?ja?, 22% siga ?nei? og 6% siga ?veit ikki?. Hetta býtið hevur verið tað sama, síðani atkvøðugreiðslan byrjaði.
Endamál
Endamálið við átakinum er at lýsa, hví fáar kvinnur eru uppi í politikki og at vísa á nakrar møguleikar, sum kunnu venda gongdini og gera, at talið á tinglimum býtist javnari millum kynuni.
Higartil hava vit fingið tilfar frá 6 flokkum um javnstøðu og frá 30 kvinnuligum valevnum. Teirra meiningar og ætlanir í politikki kunnu lesast undir ?Valevni?.
Úr innihaldinum
Bergtóra Hanusardóttir, forkvinna í Kvinnufelagnum, skrivar grein um kvinnur í politikki og tekur nakrar forðingar fram og lýsir harvið, hví ikki fleiri kvinnur verða valdar í bý- og bygdaráð og á ting. Hon sigur m.a.
?Tey, sum kenna føroysku vallógina, vita, at við slíkum mekanismum verða bert fáar kvinnur valdar. Og hugsa vit um glastakið, tey 36 prosentini sum sambært kynsgranskarum skulu til fyri at kvinnulig umboðan av álvara munar, so er eisini tað eitt argument fyri at gera Føroyar til eitt valdømi, tí sambært Wilmu Rule hava kvinnur kjans í valskipanum, har hvør flokkur fær fleiri fólk vald í hvørjum valdømi?.
Annar greinskrivari er Ólavur Rasmussen, prestur, sum byggir sína grein á prædiku, sum varð hildin í Hvalbiar Kirkju herfyri. Hann lýsir, hvussu fordómar kunnu forða okkum í at síggja menniskju, sum tey eru. Hann sigur m.a.
?Kvinnurnar í Jesu lívi umboða júst styrki, bæði kropsliga og andliga. Tær hava intelligens og taka ábyrgd, í mun til lærusveinarnar, sum sviku, uttan undantak. Men kvinnurnar umboða eisini nakað annað, sum er sera týðandi: Tær megna at hugsa um eina felags søk.
Lat meg sitera borgararættindarstríðsmannin Malcom X, hetta eitt sitat, sum kundi verið tikið beint úr Jesu lívi: ?At útbúgva eitt mannfólk er at útbúgva ein einstakling, at útbúgva eina kvinnu er at útbúgva eina heila tjóð.?
Triðji greinskrivarin er Jan Mortensen úr Vinnuhúsinum, sum skrivar um vinnu og javnstøðu. Hann sigur, at flestu forðingar, sum hava við javnstøðu at gera, eru burturi:
?Í samfelag okkara er nú flestu forðingar fyri at menn og kvinnur kunnu virka javnstøðis ruddaðar av vegnum. Síðsta týdningarmikla stigi var nýggja barsilsskipanin. Hyggja vit at unga ættarliðnum, eru kvinnurnar væl við innan flestu økir.
Tær nema sær útbúgvingar, á sama støði sum hitt kynið. Men enn sýnast tær at hella meira til útbúgvingar innan ?tað bleyta økið?. Av somu orsøk eru kvinnurnar ikki enn væl umboðaðar í leiðandi størvum innan privatu vinnuna. Ein av forðingunum fyri javnstøðu er tí eisini hugburðurin hjá kvinnunum sjálvum.?
Spurningurin til føroyingarnar ?5 á netinum? hesa vikuna er: Hví heldur tú at summi fólk vilja ikki atkvøða fyri einari kvinnu?
Her kemur ymiskt forvitnisligt fram. Onkur sigur, at slík áskoðan kann vera grundað á fordómar og onkur annar tekur soleiðis til, at tá má talan vera um fólk við eini forbronglaðari fatan, av hvat kvinnur eru og kunnu.
Undir ?Vert at lesa? er forvitnislig grein, har Bin Laden og Bush verða tiknir fram. Greinskrivarin er Jógvan Mørkøre og sigur hann m.a.:
?Summi vilja vera við, at komandi løgtingsvalið verður mest týðandi valið í nýggjari tíð. Tá verður sum oftast sipað til royndirnar at fáa Føroyum og føroyingum meira sjálvstýri ella fullveldi. Men her stendur eisini so mangt annað upp á spæl. Ikki minst demokrati og javnstøða. Eingin veit við vissu, hvussu stór hóttanin frá hesari ævigu fasismuni er, men tað er øll møgulig grund til at taka hana í álvara. Tað gerst best við at vísa frá sær politikarar, ið royna at ríða á hesum hestinum, og í staðin stuðla teimum, sum hava dirvi at venda sær móti hesum við at verja demokrati og javnstøðu.?
Fylgið við í tí nýggjasta innan evnið kvinnur í politikki. Vitjið heimasíðuna hjá Javnstøðunevndini: www.javnratt.fo