Í kvøld kunnu kollafjarðarkvinnur taka eitt risastórt fet ímóti FM-finalunum í meistaradeildini í flogbólti, har kvinnurnar hjá Fleyr verða mótstøðuliðið. Fleyr er greitt oddalið í meistaradeildini hjá [...] Vinnur KÍF 3-0 ella 3-1 á SÍ, og tryggjar sær trý stig í Sørvági í dystinum sum byrjar klokkan 19.30 hevur KÍF gott og væl vunnið seg Í FM-finalurnar. Óli G. Samuelsen sigur frá dystinum millum SÍ og KÍF á [...] 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Samrøður við umboð fyri SÍ og KÍF koma út á in.fo tá dysturin í Sørvági er liðugur.
Føroyahúsið bjóða aftur í ár til almennan føroyskan dans í Føroyahúsinum leygardagin tann 18. Februar. Úr Føroyum koma Óli í Geilini og Vónbjørt Svabo at skipa dansin saman við Fótatraðk. Í fjør eydnaðist hetta [...] Fyrireikarar siga, at hýrurin var avbera góður og at dansað var í fleiri tímar. Yvir 100 gestir vóru hetta kvøldið, og fyrireikarar vænta eins nógv í ár. Skráin er hendan: Kl. 18.00 Kafein letur upp, og selur [...] verður uppá gólv. Kl. 01.00 liðugt Kvæði og vísur eru hesar: Í dans, Sinklarsvísa, Ormurin Langi, Sigmundskvæði, Grindavísan, Brestiskvæði, Í Gøtu ein dag, At Telja Jólini, Ólavur Riddararós, Gudbrandskvæði
Tingið verður hildið í nýggja bygninginum hjá KBH í Oyrunum, og hetta verður eisini seinasta tiltak hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag í hesum árinum. Tað verður Rodmundur Nielsen, formaður í EVF, sum felagið verður [...] vælkomin. Síðan fer Helgi Johannesen, stjóri í KBH, at greiða frá virkseminum hjá byggivirkinum. Eftir framløguna hjá Helga, fer Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri í Navia, at siga nøkur orð um sína fyritøku [...] Klokkan 15 í dag skipar Eysturoyar Vinnulívsfelag fyri vinnutingi, sum hesaferð verður á Toftum. Hetta er ein fundur, har fólk úr vinnuni og onnur greiða frá og siga sína hugsan um ymisk vinnulig viðurskifti
undir eina fundarrøð um støðuna í Congo. Henda fundarrøð var byrjanin til ein fólkarørslu bæði í Bretland, sum var beinleiðis orsøkin til, at Leopold mátti lata Congo frá sær í 1908 til belgiska statin. Hetta [...] Týsdagin 5. oktober kl. 15 fer Óli Jacobsen at siga frá um havnarmannin Daniel Jacob Danielsen, vanliga nevndur Dollin. Hann var trúboðari í Congo 1901-03, ið tá varð stýrt sum eitt blóðugt einaræði av [...] prógvað millum annað við skjølum út bretskum søvnum. Tí er hetta ein sera forkunnug søga, sum seinni í hesum mánaðinum kemur út sum bók. Fyrireikararnir siga, at øll eru vælkomin.
tvey størri tiltøk hildin í Skálavík ? avdúking av minnisvarða og vígsla av einum frítíðar- og skeiðsdepli. Í eina tíð hevur verið arbeitt við at byggja henda stóra depilin í Skálavík, og nú er komið so [...] verður tikin alment í nýtslu. Hetta verður gjørt seinnapartin leygardagin, samstundis sum ein minnisvarði av Eileri Jacobsen verður avdúkaður. Hátíðarhaldið byrjar kl. 14, tá borgarstjórin í Skálavík, Linjohn [...] byggja. Aftaná hesa avdúkiingina verður farið inn í sjálvan depilin, har fyrst landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl letur depilin alment upp, meðan einkjan eftir Eiler, Beinta H. Jacobsen klippir snórin
stór konsert við Lindu Andrews í Norðurlandahúsinum. Linda trínur á pall við vælumtóktum føroyskum kóri Linda Andrews fer í vikuskiftinum at halda fyrstu veruliga konsertina í Føroyum, síðan hon vann X-Factor [...] vard stovnað av Eiriki Skála í samband við at Andre Crouch hevði konsert í Føroyum. Avgjørt var at halda fram at syngja, og tað hevur verið virkið síðan. Kórið hevur vitjað í Danmark, Svøríki og Álandi, [...] X-Factor finaluna. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið komandi, og fyrireikarar siga, at fáa atgongumerki eru eftir. Eitt heldur kent føroyskt kór skal framføra saman við Lindu. Kórið vard
Árliga samfelagsstevnan í Ebenezer byrjaði mikukvøldið, og heldur í kvøld fram í ítróttarhøllini á Hálsi. Dagurin byrjaði annars við uppbyggingarmøtum fyri løtu síðani og aftur kl. 15, meðan tað evangeliska [...] evangeliska møtið kl. 20 og tiltakið Opið hús kl. 22:30 verða í ítróttarhøllini. Stevnan heldur fram í morgin við einum møti kl. 15, har Óli á Grømma Jacobsen og Poul Færø tala, og aftur kl. 20 og 22:30 har [...] Upplýst verður, at bønarløta er hvønn morgun í Ebenezer. Hóast samfelagsstevnan verður hildin í Havn, forðar tað ikki fólki úr øllum landinum at koma til møtini. Í fjør vóru fleiri túsundtals fólk til hesi
hevur ætlað at skipa í Müllers pakkhúsi beint niðanfyri. Farið verður undir flytingina fyrst í komandi ári, og týsdagin 5. jan. 1999 kl. 10.00 setur býráðsformaðurin Leivur Hansen spakan í jørðina til nýggju [...] gjørd, sum kann varðveita Gamla Hospital í sínum søguliga umhvørvi. Bygningurin verður fluttur einar 40 metrar niðan ímóti Skiparagøtu og síðani umvældur og settur í stand har. Tað eru Sjúkrasystrafelag Føroya [...] hava tikið stig til at varðveita Gamla Hospital, og ætlanin er at kunna hýsa einum sjúkrahússavni í bygninginum, tá ið hann einaferð er umvældur. Men eisini onnur søgulig endamál kunnu koma upp á tal
Sunnukvøldið klokkan 18 er sannleikans tími hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti niðri í Skopje í Norðurmakedonia. Tá skulu okkara menn verja eina 34-27 leiðslu frá fyrra HM Play Off dystinum móti [...] hvørjum. Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og Óli Mittún hava við THW Kiel, Füchse Berlin og Sävehof roynt torførar útivøllir í evropeiskum kappingum, og tær royndirnar fara at koma teimum
at hevna finalutapið í teimum komandi hálvfinalunum. Sävehof møtir júst Kristianstad í teimum komandi hálvfinalunum. Hesaferð hevur Sävehof ein fyrimun teir ikki høvdu í finalunum í fjør. Sävehof vann [...] heimavølli í Partille um hálvfinalurnar fara til fimm dystir. Í finalunum í fjør hevði Kristianstad tríggjar finalur á heimavølli. Fyrsta hálvfinalan - spælt verður best av fimm - verður leikt í Partille [...] Í fjør taptu Óli Mittún, Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof finalurnar um svenska meistaraheitið 2-3 fyri Kristianstad aftaná fimm finalur. Kristianstad vann tvær av finalunum aftaná