Rás2 sigur frá SÍ-KÍF í kvøld

Óli G. Samuelsen sigur frá dystinum í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti millum SÍ og KÍF, sum byrjar klokkan 19.30

Í kvøld kunnu kollafjarðarkvinnur taka eitt risastórt fet ímóti FM-finalunum í meistaradeildini í flogbólti, har kvinnurnar hjá Fleyr verða mótstøðuliðið.

 

Fleyr er greitt oddalið í meistaradeildini hjá kvinnum við 33 stigum. KÍF er nummar tvey við 20 stigum, og Dráttur er nummar trý við 15 stigum.

 

Vinnur KÍF 3-0 ella 3-1 á SÍ, og tryggjar sær trý stig í Sørvági í dystinum sum byrjar klokkan 19.30 hevur KÍF gott og væl vunnið seg Í FM-finalurnar. 

 

Óli G. Samuelsen sigur frá dystinum millum SÍ og KÍF á Rás2. Sendingin byrjar klokkan 19.25.

 

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo. Til ber eisini at hoyra Rás2 á frekvensunum FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Samrøður við umboð fyri SÍ og KÍF koma út á in.fo tá dysturin í Sørvági er liðugur.