Komandi vikuskiftið verður EM í mansflogbólti í høllini á Hálsi í Havn. Tað eru Føroyar, Grønland, Ísland og Skotland sum kappast.
Dystarskráin er hendan:
Fríggjadag 4. oktober:
Kl. 16.00 Skotland - Ísland
Kl. 18.30 Føroyar - Grønland
Leygardag 5. oktober:
Kl. 16.00 Ísland - Grønland
Kl. 19.00 Skotland - Føroyar
Sunnudag 6. oktober:
Kl. 14.00 Grønland - Skotland
Kl. 17.00 Føroyar - Ísland
Óli G. Samuelsen sigur frá øllum trimum dystunum føroyska manslandsliðið í flogbólti spælir hetta vikuskiftið. Fríggjadagin verður byrjað við upptaktssending klokkan 17.20 aftaná tíðindasendingin hjá FM1 er liðug.
Viðmerkjari til dystarfrásagnirnar hjá Óla G. Samuelsen verður royndi flogbóltsspælarin, Jens Heri Bolstad Mortensen.