Erdogan skal døma føroyska manslandsliðið í Skopje

Kursad Erdogan og Ibrahim Özdeniz eita turkisku dómararnir, ið skulu døma HM Play Off dystin millum Norðurmakedonia og Føroyar komandi sunnukvøld klokkan 18

Kursad Erdogan og Ibrahim Özdeniz úr Turkalandi vera dómarar til seinna HM Play Off dystin móti Norðurmakedonia

Sunnukvøldið klokkan 18 er sannleikans tími hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti niðri í Skopje í Norðurmakedonia. 

 

Tá skulu okkara menn verja eina 34-27 leiðslu frá fyrra HM Play Off dystinum móti Norðurmakedonia. 

 

Mongu heimaáskoðararnir fara at leggja eitt ræðuligt trýst á føroysku leikararnar og á dómararnar til dystin. 

 

Kursad Erdogan og Ibrahim Özdeniz eita turkisku dómararnir, ið skulu døma HM Play Off dystin millum Norðurmakedonia og Føroyar. 

 

Kursad Erdogan og Ibrahim Özdeniz hava dømt altjóða dystir síðani 2014, so teir skuldu verið rættiliga royndir.

 

Turkiskir áskoðarar eru eisini kendir fyri at leggja trýst á, so Kursad Erdogan og Ibrahim Özdeniz skuldu verið vanir við eitt sindur av hvørjum. 

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og Óli Mittún hava við THW Kiel, Füchse Berlin og Sävehof roynt torførar útivøllir í evropeiskum kappingum, og tær royndirnar fara at koma teimum til góðar nú. 

 

Kursad Erdogan og Ibrahim Özdeniz úr Turkalandi vera dómarar til seinna HM Play Off dystin móti Norðurmakedonia