Vinnuting á Toftum í dag

Klokkan 15 í dag skipar Eysturoyar Vinnulívsfelag fyri vinnutingi, sum hesaferð verður á Toftum. Hetta er ein fundur, har fólk úr vinnuni og onnur greiða frá og siga sína hugsan um ymisk vinnulig viðurskifti.

Vinnutingið, sum Eysturoyar Vinnulívsfelag stendur aftanfyri, byrjar klokkan 15.

Tingið verður hildið í nýggja bygninginum hjá KBH í Oyrunum, og hetta verður eisini seinasta tiltak hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag í hesum árinum.

Tað verður Rodmundur Nielsen, formaður í EVF, sum felagið verður stytt, ið bjóðar vælkomin.

Síðan fer Helgi Johannesen, stjóri í KBH, at greiða frá virkseminum hjá byggivirkinum.

Eftir framløguna hjá Helga, fer Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri í Navia, at siga nøkur orð um sína fyritøku.

Eftir ein steðg, sum verður millum klokkan 15.45 og 16, fer Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla, at greiða frá hugtakinum ?Missjón og visjón í eini vinnufyritøku?.

Sambært skránni fyri vinnutingið hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag endar tiltakið klokkan 16.30.