fari eg aftur í miðuna at ganga, og tað gámar mær bara heilt væl, tí tað er deiligt at kunnu halda ólavsøku, uttan at hava alt ov nógv at hugsa um, sigur Kaj Leo. Kaj Leo greiður frá at ímeðan ólavsøkan tey [...] løgmaður. - Eg gleði meg til at hoyra røðu løgmansins, og at hoyra um at tann góða gongdin, ið hevur verið í Føroyum seinastu árini, heldur áframm. Kaj Leo sigur seg bæði vóna og vanta at røðan verður konstruktiv [...] savnandi fyri føroya fólk. - Aksel hevur sagt at tað er hugaligt at halda ólavsøkurøðuna í ár, og tað kann eg bara geva honum rætt í, sigur Kaj Leo, og leggur afturat at tann fyrsta løgmansrøðan hjá honum á ólavsøku
tað er gott, at tað er HB, sum nú kemur til Klaksvíkar. Gamli klassikarin er størsta uppgerðin, og hetta er gott høvi hjá okkum at vísa, at bummtúrurin á Toftum var ein svipsari. Vit vita, at hetta verður [...] sigur KÍ venjarin Eyðun Klakstein. Hjá honum er neyðugt at gera í minsta lagi tríggjar og eftir øllum at døma fýra broytingar. Tað er upplagt, at Heðin á Lakjuni avloysir leikbannaða Tórur Justesen á vinstra [...] eisini umskipast. Tað er greitt, at Atli Danielsen ikki verður við, og tað er ivasamt, um liðformaðurin, Hjalgrím Elttør, verður førur fyri at spæla. Tað er greitt, at miðverjin Jonas Flindt Rasmussen
Paul Watson sigur, at tey hava fingið prógv fyri, at hvalirnir vóru á lívi, tá teir vóru uppdagaðir, og at tað einasta rætta vildi verið, at drigið teir út á sjógv aftur. - Ístaðin vóru teir náðileyst dripnir [...] sleipaðir til eina havn nærindis, fyri at fullføra sláturin, skrivar hann. Sum prógv fyri, at hvalirnir vóru á lívi, vísir Paul Watson á, at hvalbingar valdu at geva hvalunum mønustingin. Hetta, sigur [...] - Vit fara at leita okkum ráð hjá løgfrøðingi og hjá løgregluni, fyri at kanna, um ákæra kann reisast móti drápsmonnunum fyri brot á lóggávuna viðvíkjandi strandaðum hvalum. Tó vænta vit, at teir hava ein
meting, men eg dugi ikki at síggja, at ein gomul veljarakanning hevur serligan samfelagsligan týdning. Heldur ikki dugi eg at síggja, at neyðugt er at brúka eina stolna kanning til at vísa, hvussu væl tey [...] ikki at síggja, at fólkaflokkurin - í hesum føri - roynir at fjala nakað. Flokkurin hevur bara keypt eina vøru, sum Krinvarpið eins væl kundi keypt sjálvt. Sjálvt fólkaflokkurin hevur rætt til at keypa [...] ferðir - at brúka tilfar, sum antin er likið ella stolið, men tá krevst, at tilfarið hevur serligan samfelagsligan týdning, sum kann grunda brúkið. Tað krevst eisini - eftir mínum tykki - at tilfarið ikki
tí tað ber slett ikki til at reka eitt sjúkrahús, uttan at hava læknafakligan kunnleika í leiðsluni. Hann leggur dent á, at tað er neyðugt at hava ein lækna í leiðsluni fyri at skilja arbeiðið á einum [...] ein vanlig umsiting, uttan at hava innilit í sjúkrahúsrakstur, ber ikki til at reka eitt sjúkrahús nóg effketivt. Hann hevur uppfatað tíðindini í Kringvarpinum í gjár soleiðis, at ongin læknastjóri skal vera [...] frágreiðing frá landsstýrismanninum, sigur hann. Hann leggur afturat, at fáa viðurskiftini ikki í rættlag, fer felagið at umhugsa at seta tiltøk í verk. Hvørji tiltøkini vera, kann hann ikki siga, fyrrenn støðan
, so heldur Hanus Samró fram við at senda út tíðindaskriv vegna felagið. Tað síðsta kom í gjár, tá hann boðar frá, at lestrarkortini nú eru komin, og at felagið fer at býta tey út til 1350 lesandi, sum [...] Hetta snýr seg bara um at geva ungum lesandi bíligari kaffi, sigur Hanus Samró, sum er firtin um, at in.fo tekur málið upp og spyr løgtingsmannin, um hann heldur tað vera í lagi, at hann handlar vegna eitt [...] Skiftirætti. – Eg havi advokat á málinum júst tí, at eg eri løgtingsmaður, og at alt tí má ganga eftir reglunum, sigur hann. Spurdur um advokaturin hevur sagt, at hann kann handla vegna felagið, ella um hann
afturfyri, at at løtingið tekur undir við, at uppskotið hjá samgonguni um at lata eitt danskt privat felag gera, eiga og reka Skálafjarðartunnilin. Stóri trupulleikin hjá løgmanni er, at partamaður hansara [...] annars alment boðað frá, at hann er fúsur at taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum – og harvið bjarga landstýrissamgonuni úr stórari kreppu, eftir at løgmaður hevur lovað honum, at 150 milliónir krónur [...] sigur, at endmálið við fundinum var ikki at taka støðu til framtíðina hjá Gerhardi Lognberg í flokkinum. – Evnið á fundinum var at taka støðu til, um floksleiðslans tók undir við flokkinum í, at tað almenna
skulu fáa veruligar umstøður at útinna sítt arbeiði á eldraøkinum uttan at drukna í skrivstovuveldi og rokniørkum. – At Tjóðveldi setur omanfyrinevndu mál sum avgerandi fyri at viðgera, hvar og hvussu eldraøkið [...] millum land og kommunur. Og at ein fullfíggað lýsing verður gjørd av fyrimunum og vansum fyri borgaran av at skipa eldraøkið sum lands- ella kommunalt mál. – At tað er ábyrgdarleyst at flyta eldraøkið 1. januar [...] ldishugsan, stuttskygdar loysnir og at leggja ábyrgd frá sær til aðrar kassar og ógreiðar skipanir. – At tann førdi skattapolitikkurin undirgrevur møguleikarnar at fíggja haldgóðar vælferðartænastur frameftir
við at endurskoða ætlanina fyri at gera rúm fyri fleiri íløgum. Og Hendan endurskoðaða fíggjarætlanin, sum varð endaliga samtykt í dag. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at hetta ber í sær, at nú er [...] Somuleiðis verður arbeiðið at gera eystaru síðu á Tórsvølli, eisini boðið út í næsta mánað og tað fer at kosta einar 35 milliónir. Arbeiðið at projektera ein nýggjan musikkskúla er um at vera liðugt og eisini [...] verður bygdur uppi við Norðurlandahúsið og fer at kosta einar 60 milliónir. Harafturat er greitt, at nú fáa hoyvíkingar loksins sín egna fótbóltsvøll, tí arbeiðið at gera fótbóltsvøll í Hoyvík, verður eisini
verður at forvinna so nógvan pening sum gjørligt. Prísurin at koyra ígjøgnum fer tískil at verða ásettur soleiðis, at felagið fer at fáa sum mest í kassan, og tað merkir ikki neyðturvuliga, at fáa so nógva [...] felagið, sum vil sleppa at gera Eysturoyartunnilin, fer at fáa eitt avkast upp á minst 100 milliónir um árið. Tað staðfestur Bárður Nielsen, løgtingsmaður. Annars hevur verið upplýst, at avkastið hjá privata [...] ikki í, at verður Eysturoyartunnilin privatur, fer tað at føra til munandi hægri bummgjald, enn talan verður um, verður tunnilin almennur. - Fremsta endamálið hjá tí privata felagnum verður ikki at fáa so