Í næsta mánað fer Tórshavnar Býráð at bjóða fleiri stórar verkætlanir út. Tað er greitt eftir býráðfund í Havn nú í kvøld, har fíggjarætlanin fyri í ár varð endaliga samtykt.
Fíggjarætlanin varð løgd og samtykt ímóti ársenda í fjør, men síðani hevur býráðið arbeitt við at endurskoða ætlanina fyri at gera rúm fyri fleiri íløgum. Og Hendan endurskoðaða fíggjarætlanin, sum varð endaliga samtykt í dag.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at hetta ber í sær, at nú er klárt at fara undir fleiri stórar verkætlanir, sum býráðið hevur fyrireikað nú í eina tíð.
Og longu í næsta mánað verða fleiri av hesum verkætlanum bjóðaðar út. Í hesum sambandi verður arbeiðið at gera brúnna um Sandá, boðið út í næsta mánað, tað er eitt arbeiðið, sum kostar einar 50-60 milliónir krónur.
Somuleiðis verður arbeiðið at gera eystaru síðu á Tórsvølli, eisini boðið út í næsta mánað og tað fer at kosta einar 35 milliónir.
Arbeiðið at projektera ein nýggjan musikkskúla er um at vera liðugt og eisini tað arbeiðið verður boðið út nú í apríl. Hann verður bygdur uppi við Norðurlandahúsið og fer at kosta einar 60 milliónir.
Harafturat er greitt, at nú fáa hoyvíkingar loksins sín egna fótbóltsvøll, tí arbeiðið at gera fótbóltsvøll í Hoyvík, verður eisini boðið út í næsta mánað. Tað er eitt arbeiðið, sum kostar einar 10 milliónir.
Og at enda verður fyrsta stig at gera ein nútímans miðbý, eisini boðið út. Í hesum umfari er tað strekkið úr Steinatúni, oman á Glade Hjørn, sum skal gerast og leysliga mett fer tað at kosta slakar 10 milliónir krónur.
Ein arkitektakapping um allan miðbýin, heilt av Sjónleikarahúsinum, oman í Vágsbotn, vestur í Skeiva Pakkhús og oman eftir Áarvegnum og Kongabrúnna, er um at vera liðug.
Og tá ið fyrsta byggistig er liðugt, verður beinanvegin hildið fram við øðrum byggistigi, sigur borgarstjórin.
Hvat tað fevnir um, er ikki greitt enn, men Borgarstjórin sigur, at tað fer at taka eini fýra ár at gera heildarætlanina fyri miðbýin, lidna.
|










