Eg havi handlað í góðari trúgv

Sigur Hanus Samró, sum hóast hann onga atgongd hevur til Sp/F Ó handlar sum um einki var hent

– Tað er nakað lort, at roknaskpurin ikki varð latin inn. Men hetta er bara teknikkur, og viðurskifitni koma í rættlag longu í dag ella í morgin.

 

Tað sigur Hanus Samró, løgtingsmaður, sum hevur varðað av smápartafelagnum »Ó«.

 

Tað var tann 29. august, at felagið varð sent til tvingsilsavtøku, tí at roknskapurin ikki var latin inn, hóast allar freistir og ávaringar vóru farnar.

 

Men hóast felagið liggur í skiftirættinum, so heldur Hanus Samró fram við at senda út tíðindaskriv vegna felagið. Tað síðsta kom í gjár, tá hann boðar frá, at lestrarkortini nú eru komin, og at felagið fer at býta tey út til 1350 lesandi, sum skulu hava kortini.

 

– Hetta snýr seg bara um at geva ungum lesandi bíligari kaffi, sigur Hanus Samró, sum er firtin um, at in.fo tekur málið upp og spyr løgtingsmannin, um hann heldur tað vera í lagi, at hann handlar vegna eitt felag, sum hann als onga atgongd hevur til, og sum skal umboðast av Føroya Skiftirætti.

 

– Eg havi advokat á málinum júst tí, at eg eri løgtingsmaður, og at alt tí má ganga eftir reglunum, sigur hann.

 

Spurdur um advokaturin hevur sagt, at hann kann handla vegna felagið, ella um hann hevur spurt Skáseting Føroya, um hann kann handla vegna felagið sigur hann bara, at hann hevur handlað í góðari trúgv, tí tað snýr seg bara um at geva lesandi bíligari kaffi.

 

– Eg veit væl, at tit vilja hava meg niður við nakkanum, men tað fáa tit ikki. Einasti trupulleikin er, at stjórin í felagnum ikki hevur latið roknskapin inn til tíðina, hóast hann hevur váttað fyri mær, at roknskapurin varð varin inn. Eg eri í ferð við at fáa viðurskiftini í rættlag aftur, og tá fari eg sjálvur at taka mær av felagnum, sigur Hanus Samró.

 

Lesið eisini:

 

Støðan hjá »Ó« óbroytt

 

 

Løgtingsmaður sendur í skiftirættin

 

Hanus Samró: »Ó« gloymdi at lata roknskapin inn