Tað sigur Kaj Leo Holm Johannessen, ið fyri fyrstu fer í átta ár ikki heldur ólavsøku sum løgmaður.
- Eg gleði meg til at hoyra røðu løgmansins, og at hoyra um at tann góða gongdin, ið hevur verið í Føroyum seinastu árini, heldur áframm.
Kaj Leo sigur seg bæði vóna og vanta at røðan verður konstruktiv, eins og hon er savnandi fyri føroya fólk.
- Aksel hevur sagt at tað er hugaligt at halda ólavsøkurøðuna í ár, og tað kann eg bara geva honum rætt í, sigur Kaj Leo, og leggur afturat at tann fyrsta løgmansrøðan hjá honum á ólavsøku, ikki var eins hugalig at halda, tá ið hon varð hildin í ringastu krepputíð í 2009.
Fasti tátturin hjá Kaj Leo hevur í mong ár verið, at verða ein partur av skrúgonguni, og soleiðis er eisini í ár.
- Í ár fari eg aftur í miðuna at ganga, og tað gámar mær bara heilt væl, tí tað er deiligt at kunnu halda ólavsøku, uttan at hava alt ov nógv at hugsa um, sigur Kaj Leo.
Kaj Leo greiður frá at ímeðan ólavsøkan tey seinastu 7 árini hevur haft ein arbeiðsmessigan týdning fyri hann, so hevur hon ein heilt annan persónligan týdning í ár.
- Kappróðurin er vorðin enn meira spennandi fyri meg í ár, tá ið sonur mín rør við, og so er bæði fótbólturin og hondbólturin eisini ein partur av mínari ólavsøku, sigur Kaj Leo, ið eisini ætlar sær at hugna mær saman við ynksta soninum.
Kaj Leo sigur, at ólavsøkan hevur fleiri týdningar fyri tað føroyska samfelagi, ið allir eru eins umráðandi.
- Fyrst og fremst hevur hon ein veldigan týdning søguliga. At vit kunnu halda okkara tjóðardag, og seta Tingið tann dagin, er nakað ið hevur nógv at siga fyri okkara samfelag. So er tað eisini týdningurin við at øll savnast, bæði føroyingar, ið eru búsitandi her heima, eins og útisetar, ið koma heim í stórum tali, at hátíðarhalda ólavsøkuna. Ítrottarparturin er eisini umráðandi, og tí kann sigast, at ólavsøkan favnar allar partar í samfelagnum, sigur Kaj Leo.