Ein lækni má og skal vera í leiðsluni á landssjúkrahúsinum.
Tað staðfestur Jan Rasmussen, formaður í Felagnum hjá yngru læknum í Føroyum.
Alt annað er meingingsleyst, tí tað ber slett ikki til at reka eitt sjúkrahús, uttan at hava læknafakligan kunnleika í leiðsluni.
Hann leggur dent á, at tað er neyðugt at hava ein lækna í leiðsluni fyri at skilja arbeiðið á einum sjúkrahúsi, tí tað hava aðrir fakbólkar ikki fortreytir fyri.
- Verður leiðslan bara ein vanlig umsiting, uttan at hava innilit í sjúkrahúsrakstur, ber ikki til at reka eitt sjúkrahús nóg effketivt.
Hann hevur uppfatað tíðindini í Kringvarpinum í gjár soleiðis, at ongin læknastjóri skal vera í leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, ella í hvussu so er, at vandi er fyri, at nýggj leiðsla skal skipast við ongum læknastjóra.
- Tí eru vit sum felag á varðhaldi og vit krevja eina nøktandi frágreiðing frá landsstýrismanninum, sigur hann.
Hann leggur afturat, at fáa viðurskiftini ikki í rættlag, fer felagið at umhugsa at seta tiltøk í verk.
Hvørji tiltøkini vera, kann hann ikki siga, fyrrenn støðan er uppstaðin og felagið hevur viðgjørt málið.
Hinvegin staðfestir hann, at yngri læknar eru ikki tænastumenn og hava sostatt fríari ræsur at seta tiltøk í verk.
- Men verður leiðslan á Landssjúkrahúsinum skipað við ongum lækna, er tað eitt so stórt mál fyri okkum, at vit fara avgjørt at umhugsa álvarslig tiltøk, tí tað góðtaka við avgjørt ikki.
Tað hevur áður verið hart og drúgt stríð um leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsið. Tað endaði við, at talan varð um eina trístreingjaða leiðslu við einum stjóra, einum læknafakligum stjóra og einum røktarfakligum stjóra.
- Nú hevur friður verið um leiðsluviðurskiftini í fleiri ár, so tað er ógvuliga óheppið at órógv verður skapt um hesi viðurskifti aftur nú, heldur Jan Rasmussen.
- Um bygnaðurin verður broyttur, leggja vit okkum ikki út í, men vit vilja hava trygd fyri, at læknafakliga økið er umboðað í leiðsluni, sigur Jan Rasmussen.
Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Karsten Hansen, landsstýrismanni.