Knívveipandi psykopatar skulu ákærast

Paul Watson ætlar sær at reisa ákæru móti knívveipandi psykopatunum í Suðuroy.

- Vit fara at leita okkum ráð hjá løgfrøðingi og hjá løgregluni, fyri at kanna, um ákæra kann reisast móti drápsmonnunum fyri brot á lóggávuna viðvíkjandi strandaðum hvalum. Tó vænta vit, at teir hava ein djóralækna, sum kann vátta, at hvalirnir ikki kundi bjargast.

 

Paul Watson sigur, at føroyingar einans hava loyvi at drepa døglingar, sum eru strandaðir og ikki kunnu drívast út aftur.

 

- Flestu støð í heiminum, tá springarar ella hvalir gera landgongd, fylkjast miskunnsamir borgarar til strandaðu hvalirnar, fyri at hjálpa teimum og gera eina roynd, at fáa teir á sjógv aftur.

 

- So er ikki í harðhjartaðu Føroyum, har miskunnsemi tykist vera ein ókend dygd, og har samkenskla tykist vera eitt fremmant hugtak.

 

Tónin og boðskapurin er ein annar í dag, enn í vinaliga brævinum í gjár.

 

Tað eru teir fimm døglingarnir, ið gjørdu landgongd í Hvalba í morgun, og sum hvalbingar hava skorið upp í dag, sum fær Poul Watson at taka so rívan til í dag.

- Eftir fáum minuttum tystu blóðtystir føroyskir hvalaveiðumenn um hvalirnar sum uppøstir maðkar, fyri antin at drepa teir ella at skera teir upp.

 

Paul Watson sigur, at tey hava fingið prógv fyri, at hvalirnir vóru á lívi, tá teir vóru uppdagaðir, og at tað einasta rætta vildi verið, at drigið teir út á sjógv aftur.

- Ístaðin vóru teir náðileyst dripnir og sleipaðir til eina havn nærindis, fyri at fullføra sláturin, skrivar hann.

 

Sum prógv fyri, at hvalirnir vóru á lívi, vísir Paul Watson á, at hvalbingar valdu at geva hvalunum mønustingin. Hetta, sigur hann, vildi verið óneyðugt, um hvalirnir longu vóru deyðir.

 

- Við okkara skipum kundu vit bjargað hvalunum og hálað teir út a sjógv aftur, men løgreglan og drápsmenninir forðaðu okkum.

 

Paul Watson vísir á, at døglingar eru nevndir á alskyns listum yvir hvalir, ið tørva serliga verju.

 

- Tað hjálpir tíverri ikki, um teir skuldu verið so óhepnir at gera landgongd á eini strond í drápsfrástøðu frá knívveipandi psykopatunum í Suðuroy.