Hoyvík hevur verið á. Skipið hevur ligið í Vestmanna síðan. - Vit fingu loyvi at fiska av felags makrelkvotuni og hon er uppi, tí liggja vit, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari á Thor. Hans Andrias [...] Thor, Hoyvík, í flotan. Stutt eftir, at skipið var komið til Føroya, var farið fyrsta túrin. Leiðin gekk í ES sjógv, at fiska makrel, har Hoyvík hevði fingið loyvi at fiska av felagskvotuni, ið var tilsamans
meistararnir vunnu sær á útivølli ímóti bulgarska Ludogorets Razgrad. Hetta gekk sum ætlað, tí dysturin endaði 0-0, og FCK er nú í 1/8-finaluni. Tottenham, sum tapti fyrra dystin á útivølli ímóti belgiska
Tað gekk, sum tað hevur gjørt hinar seks ferðirnar í summar, tá ið kvinnurnar kappaðust i 6-mannaførum. Sølmundur legði seg beinanvegin eina heila bátslongd framum hinar bátarnar, og síðani longdist munurin [...] munurin stútt og støðugt, og á málinum var Sølmundur fýra bátslongdir undan tí næsta. Fyrr í summar hevur tað verið spenningur um næstfremsta plássið. Smyril úr Vági og Páll Fangi úr Klaksvík hava kappast [...] fullum stigatali, og eingir bátur hevur vunnið so sannførandi sigrar í øllum róðrunum í summar, sum tær á Sølmundi hava megnað. Smyril tryggjaði sær við avrikinum í dag silvurkrónurnar frammanfyri Páll Fanga
okkurt nýtt tilfar, sum tey á Landsverki ikki eru von við. Parkeringsøkið er ætlað at nýta til teirra, ið pendla aftur og fram. Soleiðis er møguligt hjá fólki at seta bilin hjá sær á parkeringsøkið við Leynar [...] Fyri góðum ári síðani gjørdi Landsverk eitt parkeringsøki við Vágatunnilin, Streymoyarmegin. Tað gekk skjótt at gera parkeringsøki, men hóast hetta, hevur økið verðið avbyrgt síðani. In.fo hevur sett seg
Gekk tað sum ætlað, var Ternan farin aftur í siglingina millum Havnina og Nólsoy í farnu viku, men umvælingin av strandfaraskipinum dregur út, og nú er líkt til, at tað kunnu ganga tríggjar vikur afturat [...] óvist, nær umvælingin av Ternuni verður liðug. - Í løtuni verður arbeitt av øllum alvi at fáa gearini á Ternuni í forsvarligan stand aftur. Hetta eru gomul gear, sum fóru úr framleiðslu longu í 1984. Saman [...] er arbeiðið í gongd við ávikavist at framleiða eykalutir, og har til ber, at bíleggja tað sum finst á goymslu. Veitingartíðin til ymisku lutirnar er frá 1 til 4 vikur. - SSL vónar at Ternan kann fara í
í dag kvinnubátinum úr Kvívík at vinna ein kappróður. Junkarin vann á Sundalagsstevnu, og Junkarin vann aftur í dag. Í Klaksvík og á Tvøroyri vann Jallurin, og tí er háspenningur um FM heitið. Junkarin [...] fremstur allan róðrarteinin. Eina løtu var gott og væl leyst millum teir báðar fremstu, men síðstu løtuna gekk Jallurin ógvuliga væl. Tað eydnaðist ikki Jallinum at taka Junkaran, men endaspurturin boðar frá,
Millum gestirnar til móttøkuna á Etika matstovuni í Keypmannahavn farna vikuskiftið var kenda danska modellið Oliver Bjerrehuus, og við sær hevði hann føroyku unnustu sína, Gunnvør Virgarsdóttir Dalsgaard [...] barn. - Vit møttust faktiskt í Netto. Vit keyptu bæði inn og prátaðu. Seinni hittust vit aftur, og so gekk ein tíð, áðrenn vit funnu saman, sigur Gunnvør Dalsgaard. Og vistu tú, hvør tað var, tá tú møtti honum [...] hevur arbeitt nógv sum modell og ger tað framvegis. Gunnvør hevur eisini arbeitt innan mótaheimin, á blaðnum Vice í New York, so tey hava ferðast eitt sindur millum USA og Danmark. Tey skulu aftur til
um tíman, má taka koyrikortið av nýggjum. Annars tók løgreglan ein dýrandi fullan mann, sum gekk og mól mitt á vegnum í gjárkvøldið og var til vanda fyri seg sjálvan. Men hann er eisini skuldsettur fyri [...] Rundan um midnáttina í gjár gjørdi løgreglan ferðkanningar á Kaldbaksvegnum. Tað plagar vera eitt gott mið og hetta var onki undantak. Løgreglan tók tríggjar bilar, sum allir koyrdu yvir 100 km um tímar
Fyri aðru ferð í ár fer EB/Streymur í dag at vitja ÍF. Fyrru ferðina gekk væl, tí tá vann EB/Streymur steypadystin 4-2. Ta ferðina var ÍF sera lítið sannførandi í verjuspælinum. Fyri fuglfirðingar kendist [...] Arnbjørn Hansen er tøkur aftur. Tað munaði væl ímóti HB, at hann lítla løtu eftir steðgin varð settur á vøllin. Tað kemur illa við, at miðvallararnir Pætur Dam Jakobsen og Pauli G. Hansen framvegis eru skaddir [...] Støðutalvan sigur, at góður møguleiki er fyri, at møguligur vinnari í Fuglafirði kann lyfta seg upp á bronsuplássið. Í dag klokkan 15.00: Dagfinn Forná.
valdi at skifta til NSÍ, hedur enn at leingja við FC Suðuroy. Teir báðir spældu ein stóran leiklut á FC Suðuroy liðnum, sum í ikki megnaði verða verandi í bestu deildini farna kappingarár. Heldur ikki [...] verður aftur at síggja í Vági. Hann skifti í 2006 til Skála, har hann leikti í trý ár, áðrenn leiðin gekk til Toftir, har hann leikti í tvey ár við B68. 24-ára gamli Poul N. Poulsen hevur skrivað sáttmála [...] fyri komandi ár. Umframt tað, so hevur FC Suðuroy eisini fyrr í ár kunngjørt, at Mortan úr Hørg verður á liðnum aftur komandi ár.