Gekk tað sum ætlað, var Ternan farin aftur í siglingina millum Havnina og Nólsoy í farnu viku, men umvælingin av strandfaraskipinum dregur út, og nú er líkt til, at tað kunnu ganga tríggjar vikur afturat, áðrenn Ternan fer aftur í sigling.
Strandferðslan sigur, at enn er óvist, nær umvælingin av Ternuni verður liðug.
- Í løtuni verður arbeitt av øllum alvi at fáa gearini á Ternuni í forsvarligan stand aftur. Hetta eru gomul gear, sum fóru úr framleiðslu longu í 1984. Saman við høvuðsveitaranum Rolls Royce er arbeiðið í gongd við ávikavist at framleiða eykalutir, og har til ber, at bíleggja tað sum finst á goymslu. Veitingartíðin til ymisku lutirnar er frá 1 til 4 vikur.
- SSL vónar at Ternan kann fara í regluliga sigling aftur í viku 42 ella 43.
Tað vil siga ikki fyrr eftir hálvan oktober.
Jósup røkir siglingina, til Ternan kemur aftur í sigling. Jósup kann føra 70 ferðafólk.