Kvotan uppi - Hoyvík ligið í útvið einum mánað

Fyri einum mánaði síðan kom uppsjóvarskipið hjá P/f Thor, Hoyvík, í flotan.

 

Stutt eftir, at skipið var komið til Føroya, var farið fyrsta túrin. Leiðin gekk í ES sjógv, at fiska makrel, har Hoyvík hevði fingið loyvi at fiska av felagskvotuni, ið var tilsamans 2813 tons av makreli.

 

Túrurin var skjótur og góður. Hoyvík landaði góð 1200 tons av makreli til Faroe Pelagic.

 

Tann fyrsti túrurin bleiv er so fyribils tann einasti, sum Hoyvík hevur verið á. Skipið hevur ligið í Vestmanna síðan.

 

- Vit fingu loyvi at fiska av felags makrelkvotuni og hon er uppi, tí liggja vit, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari á Thor.

 

Hans Andrias Kelduberg sigur, at tað er enn óvist hvat fer at henda víðari.

 

- Sum øll onnur, so bíða vit eftir hvat fer at henda meðan samráðingar fara fram um fiskivinnunýskipanina, men inntil víðari veit eg ikki hvussu fer at verða, sigur Hans Andrias Kelduberg.