Rundan um midnáttina í gjár gjørdi løgreglan ferðkanningar á Kaldbaksvegnum.
Tað plagar vera eitt gott mið og hetta var onki undantak.
Løgreglan tók tríggjar bilar, sum allir koyrdu yvir 100 km um tímar
Ein koyrdi 119 km. um tíman og hann missur koyrikortið treytað. Tað merkir, at í seinasta lagi um tríggjar mánaðir má hann taka tað av nýggjum, annars missur hann tað.
Tveir aðrir bilar koyrdu beint undir 110 km um tíman og teir fáa klipp í kortið.
Tann, sum koyrir persónbil skjótari enn 100 km, um tíman í óbygdum fær klipp í kortið, men fer ferðin upp um 110 km um tíman, má taka koyrikortið av nýggjum.
Annars tók løgreglan ein dýrandi fullan mann, sum gekk og mól mitt á vegnum í gjárkvøldið og var til vanda fyri seg sjálvan.
Men hann er eisini skuldsettur fyri at hava brotið politiviðtøkurnar, tí hann rann við róp og skrál eftir nøkrum smágentum og forskrekti tær.