5-mannafør kvinnur: Fyri aðru ferð í søguni eydnaðist tað í dag kvinnubátinum úr Kvívík at vinna ein kappróður. Junkarin vann á Sundalagsstevnu, og Junkarin vann aftur í dag. Í Klaksvík og á Tvøroyri vann Jallurin, og tí er háspenningur um FM heitið.
Junkarin legði bragdligast fyri, og Junkarin var fremstur allan róðrarteinin. Eina løtu var gott og væl leyst millum teir báðar fremstu, men síðstu løtuna gekk Jallurin ógvuliga væl. Tað eydnaðist ikki Jallinum at taka Junkaran, men endaspurturin boðar frá, at tað eisini verður spennandi í trimum teimum síðstu FM kappingunum.
Tað var kapping um triðja plássið, og ta kappingina vann Blikur ímóti Beintu.
1 Junkarin 05:19.22
2 Jallurin 05:20.13
3 Blikur 05:24.12
4 Beinta 05:26.07
5 Teistin 05:28.17
6 Falkur 05:29.03
Støðan
1 Junkarin 26
2 Jallurin 25
3 Blikur 20
4 Beinta 16
5 Falkur 12
6 Teistin 9










