Fyri góðum ári síðani gjørdi Landsverk eitt parkeringsøki við Vágatunnilin, Streymoyarmegin. Tað gekk skjótt at gera parkeringsøki, men hóast hetta, hevur økið verðið avbyrgt síðani.
In.fo hevur sett seg í samband við Landsverk og spurt seg fyri um parkeringsøkið, og haðani eru boðini, at tað fer at lata upp skjótt.
Landsverk boðar frá, at orsøkin til, at tað hevur drigið út at liðugtgera arbeiðið, er at undirlagið er okkurt nýtt tilfar, sum tey á Landsverki ikki eru von við.
Parkeringsøkið er ætlað at nýta til teirra, ið pendla aftur og fram. Soleiðis er møguligt hjá fólki at seta bilin hjá sær á parkeringsøkið við Leynar og síðani ferðast sama restina av vegnum ella at seta í bussin.
Frá Landsverk siga tey, at tað er meiningin, at tað skal síggja út sum bøur, kortini skal vera týðiligt, hvar básarnir eru.
Enn er ikki heilt greitt, nær tað letur upp, men tað verður í næstum, boðar Landsverk frá.










