við IOC-limaskapin, ivist eg onga løtu í, at tað ber til at vinna hesi rættindi, verður orka løgd í arbeiðið, sigur Bjørn Kalsø. - Tað er tó ringt at meta um, nær vit fara at taka lut á fyrsta sinni, men [...] kannað, um Føroyar kunnu vera við í Eurovision Song Contest Tað hendi í 2010, tá ið Kringvarpi sendi til EBU um virknan limaskap í European Broadcasting Union, EBU, sum skipar fyri tónleikakappingini. - [...] limir. Bjørn Kalsø sigur kortini, at føroyskir tónasmiðir, tónleikarar, ella sangarar, kunnu senda løg til kringvarpsstøð í øðrum londum. - Verður lagið góðkent, er tað við í kappingini fyri avvarðandi land
noktandi svar. Í fjør læt grunnurin stuðul til verkætlanina. - Tað er ikki uppgávan hjá ALS at átaka sær fíggjarliga ábyrgd av, at hetta tilfeingið kemur til høldar. Innsavningin og skiljingin av ullini [...] einasta, sum kann broyta tað, er at onkur kemur við eini bjargingarloysn nú í allar evstu løtu. Orsøkin til at, ALS gevst, er, at tey, ið áttu at sýnt ullamóttøkuni áhuga, landsstýrið, Búnaðargrunnurin, Bún [...] ongum, sigur hann við vinnublaðið hjá Sosialinum. Hann ætlar at tosa við ALS um støðuna. - Tað er ringt at fáa nakran vinning burtur úr føroysku ullini, men hinvegin er tað bæði stórt spell og skomm, um
Forsøgan til støðuna hjá til sperdu partaeigarunum í Atlantsflog er, at landsstýrið førir ein vinnupolitikk, sum minnir ikki sørt planbúskapin hjá kommunistalondunum. Tað var – løgið nokk – [...] løgmanssessin, at tað bar til at privatisera almenn feløg so sum Føroya Banka og Atlantsflog. Men tá løgmaðurin úr Sambandsflokkinum tók við, so stegðaði privatiseringstilgongdin fullkomiliga [...] milliónir, um teir seldu nú. Eitt er tað, at landið hevur bóndafangað hesar partaeigarar. Tað er nóg ringt í sjálvum sær. Men hvussu skulu útlendskir íleggjarar hava álit á einum landsstýri, sum ber seg
neyðugt hjá lands- og kommunupolitikarunum at brynja seg til stóru broytingarnar. Tað er av størsta týdningi, at vit fyrireika okkum til broytingarnar, tí undirsjóvartunlarnir koma at hava nógvar [...] loysn. Eg tók undir við at gera tunnilin privat, treytað av, at tað var á hóskandi støði, tá tað kom til prís. Tá tað ikki eydnaðist, var politiska ynskið at finna eina almenna loysn fyri Eysturoyar- og [...] eri nøgdur við loysnina, sum nú er samtykt. Vit, ið búgva í norðurparti av Føroyum, síggja fram til, at koyrandi verður undir Tangafjørð um umleið fýra ár. Breið semja Tað er ikki at gera ov nógv av
rna teirra, Patrick Mahomes, var undir trýsti og hevði ilt við at spæla upp til sítt allarbesta, sum plagar at vera nokk til at vinna á øllum. Mahomes rann sjálvur eitt touchdown og Kansas City var á odda [...] eitt rimmar comeback í røttu løtuni - júst tá ið dysturin skuldi avgerast. Tað endaði við 31-20-sigri til Kansas City Chiefs. - Vit mistu ongantíð trúnna, og tað var avgerandi. Eingin hekk við høvdinum. Vit [...] Hann er fyrsti leikarin í NFL-søguni, sum er yngri enn 25 ár og bæði hevur vunnið ein Super Bowl-ring og Super Bowl-MVP. Hetta er eisini fyrstuferð at virdi høvuðsvenjarin hjá Kansas City Chiefs, 61 ára
fleiri kanningum og viðgerðum. Men annars eru tað serliga hjá sjúklingum, sum skuldu til planlagdar skurðviðgerðir, ella til fysioterapi og ergoterapi, at viðgerðirnar vórðu útsettar. Medisinska økið, og tað [...] Ein orsøk til at fleiri viðgerðir vórðu útsettar, var, at fólk aftraðu seg við at fara á sjúkrahús tá ið korona var í hæddini. Ein onnur orsøk var, at útlendskir serlæknar sluppu ikki til Føroyar, antin [...] antin tí at Føroyar vóru skrásettar sum vandaøki ella at støðan í teirra landi var so ring, at teir mátti verða verandi heima. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at síðani í summar hava sjúkrahúsini spent
fólki, sum eru illa fyri fíggjarliga, mat. Hon heldur, at við at játta pening til ein samskipara, kann Løgtingið vera við til at seta ein slíkan matvørubanka í verk. – Ein verkætlan sum hendan hevði verið [...] matvørubanka, sum tekur ímóti avlopsmati frá framleiðarum, bóndum og heilsølum, og letur hann víðari til tey, sum hava størstan tørv á honum. Og tað hava tey góðar royndir av. – Talan er um mat, sum er góður [...] eina sosiala nýskipan við stórum samfelagsligum gagni, og hon hevði eisini verið eitt stig á leiðini til at røkka fleiri heimsmálum, sigur Ingilín Didriksen Strøm. Hon sær ikki nakað skil á, at vit fyrst
Háfoss sigur, at tá ið hús ella íbúðir verða bygdar, fer helvtin av kostnaðinum til tilfarið og hin helvtin fer so til grundøki, byggibúning, arbeiðsløn, og annað. Royndirnar, Bústaðir hava úr Klaksvík [...] Tað er væl bíligari hjá Bústøðum at byggja íbúðir í Danmark og síðani at flyta tær til Føroya, heldur enn at byggja alt í Føroyum, við føroyskum handverkarum. Tað staðfestir Kristina Háfoss, landssty [...] eru skjótar at seta upp og arbeiðið verður sostatt ikki so illa rógvað av veðrinum, sum kann vera ringt her hjá okkum. – Í løtuni er nógv virksemið í Føroyum, samstundis sum tørvurin og eftirspurningurin
hann hevði loyvi til. - Eg fortaldi teimum, at eg ikki visti av tí, tí eg arbeiddi sum vant í 2015. Um eg gjørdi skeivt, so var tað ikki mín ætlan at forvinna meira, enn eg hevði loyvi til, sigur hann við [...] - Tað verður ræðuligt, um eg ikki sleppi aftur til Føroya, men eg trúgvi framvegis, at eg fari at fáa uppihaldsloyi, sigur ÍF’arin, Clayton Soares. Týsdagin bar in.fo tíðindini um, at Clayton Soares sannlíkt [...] hevur eydnast Sparta, ítróttarsendingini í KVF, at samskifta við hann um teldupost. - Tað verður ringt, um eg ikki fái uppihaldsloyvi í ár, tí eg havi eisini søkt fyri konu mína og son okkara. Um eg ikki
dystarskrá kann kosta, var ein partur av frágreiðingini, venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen, brúkti til at útgreina, hví Víkingur kanska ikki stóð seg so væl sunnudagin, tá ÍF var á vitjan í Sarpugerði og [...] tíðarskeið, men sum dysturin ímóti ÍF myndaði seg, var týðiligt at síggja, at vit ikki hava somu orkuna til tann spælistílin, vit leggja okkum eftir. Serliga pressspælið riggaði ikki nóg væl, staðfesti Jógvan [...] hvíludagar Verður hugt nærri at, hvussu tað sær út teir komandi dystirnar, so sæst, at frá 29. juli til 30. august eru ikki færri enn níggju dystir á skránni hjá teimum spælarum hjá Víkingi, sum eisini eru