Føroyar sleppa ikki við í Eurovision Song Contest.
Tað staðfestir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
Eftir kappingina, sum var herfyri, og sum Svøríki vann, spurdi Janus Rein, tingmaður, um møguleikin fyri at Føroyar kunnu vera við í kappingini, nakrantíð er kannaður.
Og tað er hann, sigur Bjørn Kalsø. Hann sigur, at Mentamálaráðið, og Kringvarpið, hava áður kannað, um Føroyar kunnu vera við í Eurovision Song Contest Tað hendi í 2010, tá ið Kringvarpi sendi til EBU um virknan limaskap í European Broadcasting Union, EBU, sum skipar fyri tónleikakappingini.
- Niðurstøðan var, at Føroyar ikki kundu taka lut í Eurovision Song Contest, tí tað eru bara sjálvstøðug lond, sum kunnu verða limir.
Bjørn Kalsø sigur kortini, at føroyskir tónasmiðir, tónleikarar, ella sangarar, kunnu senda løg til kringvarpsstøð í øðrum londum.
- Verður lagið góðkent, er tað við í kappingini fyri avvarðandi land og ikki fyri Føroyar.
Landsstýrismaðurin sigur, at eftirsum vit ikki hava verið við, er heldur einki yvirlit yvir, hvat tað hevði kostað at verið við.
Bjørn Kalsø heldur kortini, at hóast tað bara eru sjálvstøðug lond, um sleppa við, er lítið at ivast í, at tað ber til at broyta hesa støðu, verður nóg stór orka løgd í tað. Og Sjálvur tekur hann undir við, at Føroyar eru við í øllum altjóða kappingum á jøvnum føti við onnur lond, eisini í Eurovision Song Contest.
- Besti háttur at vinna hesi rættindi er miðvíst arbeiði við málinum, eitt nú at søkja um limaskap og at fáa onnur lond at stuðla umsóknini.
Hinvegin heldur hann, at tað er neyðugt at arbeiða á fleiri økjum, akkurát sum vit gera í sambandi við føroysku umsóknina um olympisku nevndini, IOC, so at vit kunnu vera við á olympiskum leikum undir føroyskum flaggi.
Tað søktu vit um fyri 31 árum síðani, men eru enn ikki komin á mál, men nú tað tikið upp á politiskt stig, har løgmaður og formaðurin í olympusku nevndini hava avtalað eitt samstarv.
- Sjálvt um spurningurin um limaskap í EBU ikki beinleiðis kann sammetast við IOC-limaskapin, ivist eg onga løtu í, at tað ber til at vinna hesi rættindi, verður orka løgd í arbeiðið, sigur Bjørn Kalsø.
- Tað er tó ringt at meta um, nær vit fara at taka lut á fyrsta sinni, men tað nýtist ikki at taka so langa tíð, leggur hann afturat.










