FÓTBÓLTUR
At ein strævin dystarskrá kann kosta, var ein partur av frágreiðingini, venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen, brúkti til at útgreina, hví Víkingur kanska ikki stóð seg so væl sunnudagin, tá ÍF var á vitjan í Sarpugerði og vann. Tó undirstrikaði venjarin eisini, at ÍF spældi ein góðan dyst og var betri.
– Vit hava havt eitt gott tíðarskeið, men sum dysturin ímóti ÍF myndaði seg, var týðiligt at síggja, at vit ikki hava somu orkuna til tann spælistílin, vit leggja okkum eftir. Serliga pressspælið riggaði ikki nóg væl, staðfesti Jógvan Martin Olsen, ið eisini ásannaði, at serliga lyklaspælarar, sum Súni Olsen, tykjast rættiliga troyttir og moyrir í hesum døgum.
– Tað sæst týðiliga aftur, at spælarar eru troyttir. Ein spælari sum Súni, sum er ein øgiliga sentralur spælari hjá okkum, hevur nú spælt seks dystir í 17-18 dagar, og tað er ein fullkomuliga ómenniskjanslig dystarskrá. Av tí sama kunnu vit ikki fáa tað optimala burtur úr Súna, tí hann er snøgt sagt niðurslitin, fyri at siga tað, akkurát sum tað er.
Fáir hvíludagar
Verður hugt nærri at, hvussu tað sær út teir komandi dystirnar, so sæst, at frá 29. juli til 30. august eru ikki færri enn níggju dystir á skránni hjá teimum spælarum hjá Víkingi, sum eisini eru við á landsliðnum. Fyrst og fremst er talan um Súna Olsen og Atla Gregersen, men partvíst eisini Andrias Lava Olsen.
Millum landskappingardystin HB-Víkingur og landsdystin Eysturríki-Føroyar er longsti steðgurin síðani á ólavsøku, tá teir mest upptiknu spælararnir hjá Víkingi fáa hvíld í fimm til seks dagar, men annars heldur tætta skráin eisini fram í september. Tá er ein landsdystur mitt í viku, umframt ein landskappingardystur, og ikki fyrr enn síðstu trý umførini í Vodafonedeildini verða tingini sum vanligt, við einum dysti um vikuna.
– Ímóti ÍF var okkara ætlan heilt avgjørt at fáa trý stig og at fara eftir gullinum. Men nú HB er 10 stig frammanfyri, verður tað øgiliga ringt at taka HB aftur, sigur Jógvan Martin Olsen, ið sostatt ásannar, at tronga dystarskráin hevur kostað nógv.
– Tað skal tó einki taka frá HB, tí at liðið nú hevur 44 stig, sigur nógv um tær dygdir, HB hevur. Eingin ivi er um, at HB er klárt tað besta liðið í ár.