Nú skulu vit hava ein føroyskan matvørubanka. Tað heldur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin. Og nú hevur hon lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja at seta ein slíkan á stovn.
– Vit framleiða, innflyta og brenna púra góðan mat hvørja einastu viku. Tað er óklókt og óføroyskt, og tí skulu vit seta ein matvørubanka á stovn, sigur hon.
Hon staðfestir, at um allan heimin fer ein øgilig rúgva av mati fyri skeytið. Sambært ST fer ein triðingur av øllum framleiddum mati fyri skeytið, og tølini fyri Evropa og Norðurlond eru somuleiðis skelkandi.
– Í Føroyum hava vit ikki tøl fyri, hvussu nógvur matur fer burtur, men vit vita, at í framleiðsluliðnum missa vit milliónir á hvørjum ári, tí fiskur ikki verður hagreiddur, sum hann skal. Og verður leiðin løgd fram við einum av teimum stóru matvøruhandlunum stutt áðrenn afturlatingartíð, sæst eisini, at nøgdirnar av matburturkasti eru stórar og óneyðugar.
– Londini rundan um okkum hava góðar royndir við at hava matvørubankar, sigur hon. Í hesum sambandi vísir hon á, at í Danmark hava tey ein matvørubanka, sum tekur ímóti avlopsmati frá framleiðarum, bóndum og heilsølum, og letur hann víðari til tey, sum hava størstan tørv á honum. Og tað hava tey góðar royndir av.
– Talan er um mat, sum er góður, men sum ikki kann seljast av ymsum orsøkum, eitt nú tí at pakningurin hevur fingið skaða, ella tí seinasti søludagur nærkast, sigur hon.
Hon heldur, at ein føroyskur matvørubanki kann verða eitt samstarv ímillum teir felagsskapir og tey sjálvbodnu, sum í dag fáast við at bera fólki, sum eru illa fyri fíggjarliga, mat.
Hon heldur, at við at játta pening til ein samskipara, kann Løgtingið vera við til at seta ein slíkan matvørubanka í verk.
– Ein verkætlan sum hendan hevði verið eitt gott dømi um eina sosiala nýskipan við stórum samfelagsligum gagni, og hon hevði eisini verið eitt stig á leiðini til at røkka fleiri heimsmálum, sigur Ingilín Didriksen Strøm.
Hon sær ikki nakað skil á, at vit fyrst brúka orku upp á at framleiða matvørurnar. Síðani brúka vit orku upp á at innflyta matvørurnar. Og at enda brúka vit enn meira orku uppá at brenna matvørurnar. Og alt hetta gera vit ímeðan umhvørvið er illa dálkað og tað er ringt hjá fleiri at fáa endarnar at røkka saman.










