Tað er alt, sum bendir á, at í ár endar øll tann føroyska ullin í ovnunum hjá brennistøðunum, ella hon verður tveitt í náttúruna. Tað er greitt, nú ALS hevur avgjørt at gevast at taka ímóti Føroya gulli, sum ullin ofta hevur verið kallað, skrivar Vinnublaðið, sum er í Sosialinum í dag.
Tað einasta, sum kann broyta tað, er at onkur kemur við eini bjargingarloysn nú í allar evstu løtu.
Orsøkin til at, ALS gevst, er, at tey, ið áttu at sýnt ullamóttøkuni áhuga, landsstýrið, Búnaðargrunnurin, Búnaðarstovan og Bóndafelagið, gera tað ikki, sigur Høgni í Stórustovu, deildarleiðari í ALS við Vinnublaðið hjá Sosialinum.
Als hevði annars ætlað at hildið fram í ár og hevði søkt Búnaðagrunnin um stuðul, men fekk noktandi svar. Í fjør læt grunnurin stuðul til verkætlanina.
- Tað er ikki uppgávan hjá ALS at átaka sær fíggjarliga ábyrgd av, at hetta tilfeingið kemur til høldar. Innsavningin og skiljingin av ullini er eisini sera arbeiðskrevjandi og krevur harafturat servitan, so vit kunnu ikki átaka okkum hesa uppgávuna einsamøll, sigur Høgni í Stórustovu við Sosialin.
Men kemur onkur við eini loysn nú í evstu løtu, skal tað ikki standa á hjá Als at skipa fyri móttøku aftur í ár.
Stjórin á Búnaðarstovuni, Bjørn Patursson helt við vissu, at skipanin við ullainnsavningini, sum ALS stóð fyri í fjør, fór at verða endurtikin í ár og tí kemur hetta óvart á hann. - Hetta er harmuligt at hoyra, men ongin hevur tosað við meg um, at verkætlanin verður av ongum, sigur hann við vinnublaðið hjá Sosialinum. Hann ætlar at tosa við ALS um støðuna.
- Tað er ringt at fáa nakran vinning burtur úr føroysku ullini, men hinvegin er tað bæði stórt spell og skomm, um ullin fer fyri onki, sigur stjórin á Búnaðarstovuni. Hann óttast eisini, at ullin í størri mun fer at liggja og dálka í náttúruni, um ongin tekur ímóti henni.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann undir ongum umstøðum ætlar sær í Løgtingið at biðja um eina eykajáttan at stuðla ullaframleiðsluni við í ár, men hann vísir als ikki aftur, at stuðul kann koma upp á tal, tá farið verður undir at smíða fíggjarlógina fyri næsta ár. Árni Brattaberg sigur, at verður ein hálv millión krónur latin í stuðli til ullaframleiðsluna um árið, kunnu bøndur og traðarmenn fáa einar tíggju krónur fyri kilo, sigur hann við Vinnublaðið hjá Sosialinum.
Síggj myndir frá vinnublaðnum hjá Sosialinum við at trýsta HER
|