var sett í gongd, og tað var bretska ráðgevingarfyritøkan Menas, sum fekk til uppgávu at greiða frágreiðingina úr hondum. Í fororðunum í sjálvari frágreiðingini stendur at lesa, at tað var í september [...] frá leiðsluni, og hann fer eisini í farloyvi, men kemur síðani aftur í starvið hjá sær. Hann letur málið í hendurnar á Magistarafelag Føroya, sum seinni tekur stig í málinum við at biðja advokat senda [...] frágreiðingin spreiddi sum ringar í vatninum søgur frá sær frá fyrstu løtu, frágreiðingin alment kom fram. Jógvan Mørkøre kom í februar mánað við nøkrum úttalilsnum í sambandi við hina so nógv umrøddu
sum veruliga er í hesi vinnuni, sigur hann. Og aftur kemur hann til svíkin í gistingum í juli. Av teimum reiðiliga 100.000 gistingunum á føroyskum gistingarhúsum í fjør, vóru tær 48.000 í juni, juli og august [...] úseigarar, sum Sosialurin hevur tosað við, at juli máni er ein svíkur í tí annars sera stuttu »sesongini«, sum fatar um juni, juli og august, tá flest ferðafólk væntandi skuldu verið í Føroyum. Onkur [...] setrini í flogførunum og koyggjurnar umborð á Norrönu ta tíðina, tá flest fólk um okkara leiðir hava summarfrí. Tískil standa føroysku gistingarhúsini við alt ov nógvum tómum seingjarplássum í juli mána
tað ger einki, um eitt sindur av saft er við í taskuni, tá farið verður út í hólmin. Í teirri tíðini, tá vitin varð passaður av fólki, vóru trý hús í hólminum. Í dag stendur eitt eftir, men leivdirnar frá [...] et eru úti í Mykineshólmi nakrar ferðir um árið. Um summarið verður gjørt meira við at fara vestur í hólmin, og eisini vera teir har fleiri dagar, tá summarið vitjar. Umstøðurnar at vera í Mykineshólmi [...] hevur undir hond í Føroyum, er, at tað er torført at vita, hvat stýrið hetta skal koma undir. Sum nú er, so Farvandsvæsenet undir Forsvarsministeriet, men hetta eiga vit ikki í Føroyum. Í Føroyum arbeiða
rnir eru líkasælir. Landssjúkrahúsið eigur ongan góðan. Hetta var í stuttum boðskapurin, tá Sosialurin í gjár royndi at lodda dýpið í bygnaðarbroytingunum. Eftir at Jákup Mørkøre legði fyrsta uppskotið [...] sjúkrahúsinum. Ein avgerð í Vinnumálastýrinum varð tikin í fjør, sum segði, at ein leiðandi yvirlækni átti at vera í leiðsluni. Nú eigur Almanna og heilsumálastýrið at fáa leiðslubygnaðin í lag, men tað hevur [...] sjúklingum, sum verða innkallaðir. 10 ár í óvissu Starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum hava nú í 10 ár livað undir ótryggum arbeiðsviðurskiftum. Einasta positiva í stríðnum millum fakbólkarnir er, at báðir
Jarðfrøðisavn (JFS) luttekur í arbeiðinum sum undirveitari og skal geva sítt íkast við m.a. kjarnulýsingum. Tá Sosialurin vitjaði á boristaðnum mánadagin var landsstýrismaðurin í oljumálum, Eyðun Elttør eisini [...] og so seismiskar kanningar í havinum. Her fær tú nakað, sum líkist eini paralellari synergieffekt. Sosialurin skilur, at samlaða upphæddin fyri verkætlanina, sum fer at vara í hálvt fjórða ár, er einar [...] Felagið hevur drúgvar royndir við kjarnuboringum í hørðum jarðgrýti í samband við námsvinnu og forkanningum fyri goymslu av geislavirknum burturkasti í Finnlandi og Svøríki. Henda boringin verður væntandi
er løgmaður farin í gongd við. Hann hevur álagt nýggja landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum at fáa viðurskiftini á Almanna- og Heilsumálastýrinum í rættlag og møguliga bera so í bandi, at lóggivið [...] Dam á Neystabø í veruleikanum hevur goldið út uttan heimild. Afturhelt upplýsingum Tá landsstýrismálanevndin tók upp málið um embætisførsluna í pensjónsmálinum vóru nøkur innanhýsis skjøl í Almanna- og [...] kjarnin í málinum, og tað áliggur á ongan hátt landsstýrismanninum at meta um, hvørt hesi skjøl eru viðkomandi ella ikki.« Sambært lógini um ábyrgd landsstýrisins er hetta revsivert. Í stykki 2 í grein 5
var ikki endaliga avgreidd í teknisku nevnd og í býráðnum, tá Sosialurin fekk innlit í málið. Á fundi í dag kom málið fyri og skuldi so sýnast fram á almenum kunnandi fundi í kvøld. Men Tummas Sørensen [...] Sosialurin hevur í samband við jóansøku fingið eitt sindur av innliti í víðfevnda ætlan, ið annars ikki verður løgd fyri almenningin, fyrr enn í kvøld, mikukvøld. Talan er um miðbýarætlan og eisini ætlan [...] Sørensen frá. - Alt verður lagt fram á kunnandi fundi mikudagin (í kvøld, blðm.), tí hetta verður ikki endaliga viðgjørt í teknisku nevnd og í býráðnum fyrr enn tá, sigur Tummas. Ongir kantsteinar, men listaverk
men hinvegin hava vit fingið vissu fyri, at Amerada Hess í næsta ár fer at bora ein leitibrunn í bretska økinum. Amerada Hess og hini feløgini í samtakinum hava nevniliga fingið eitt loyvi, sum liggur beint [...] sum Amerada hevur gjørt í Gullhorninum gongur yvir í bretskt øki og har er Amerada Hess eins og føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni so mikið heppið at eiga loyvið. Ein brunnur í bretska økinum vil kunna [...] at gera tað í næsta ár. Men felagið hevur so møguleika at bora ein ella fleiri metingar- og avmarkingarbrunnar fyri at vita, um verandi fund er lønandi og hvussu langt tað gongur. Sosialurin hevur frætt
rúsdrekka. - Úrvalið av øli í dag er so stórt, at tú finnur upp í fleiri væl hóskandi ølsløg til ein og hvønn rætt. Vit eru her í Danmark í holt við at menna eina ølmentan á sama støði og í sama líki sum gomlu [...] Øl hevur fylt nógv í orð og talu seinastu vikuna. Í síðstu viku varpaði sjónvarpið ljós á evnið við sendingini »Ølfjepparar«, og síðani varð málið fylgt upp týsdagin, tá Sosialurin á forsíðuni kundi boðað [...] ølbransjuna so mikið, at tað í dag finnast 120 ymisk bryggjaríir. Serliga tey sonevndu micro-bryggjaríini leggja stóran dent á, at tað er smakkurin, sum skal selja vøruna. - Í hesum sum í so mongum øðrum viðurskiftum
koma aftur í aftur í politikki. Spurdur, um hann væntar at sleppa út aftur í Tinganes í onkrari aðrari samgongu, sigur Jørgen Niclasen við sínum ógvusliga myndamáli, at hann hevur fingið ein knív í ryggin [...] øðrvísi í dag. Hetta segði Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismaður, tá Sosialurin ringdi til hansara í gjár. Sjálvur segði hann seg síggja støðuna innanífrá, tí hann var staddur vesturi í hembygdini [...] og tá Sosialurin spyr hann um trýstið, ið liggur á einum ráðharra í Føroyum, sigur Jørgen Niclasen, at hann plagar at spyrja fólk, hvussu tey høvdu havt tað, um tey ofta høvdu staðið á forsíðuni í bløðunum