Føroyingar leggja hald á setrini í flogførunum og koyggjurnar umborð á Norrönu ta tíðina, tá flest fólk um okkara leiðir hava summarfrí. Tískil standa føroysku gistingarhúsini við alt ov nógvum tómum seingjarplássum í juli mána, halda føroyskir gistingarhúseigarar.
Hóast gistingarnar á føroyskum gistingarhúsum er øktar við góðum 12.000 í tali seinastu fýra árini, siga tey, sum reka gistingarhúsini at, at tey kundu saktans hýst væl fleiri gestum.
Eitt nu siga stóru hotellini í høvuðsstaðnum frá, at tey hava umleið 70 prosent »belegning« í juli mána. Og tað er alt ov lítið. Tí juli skuldi verið tann heilt stóri mánin til ferðafólk, sigur Uni Danielsen, sum er formaður í Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya.
Tað vísir seg, siga føroyskir gistingarhúseigarar, sum Sosialurin hevur tosað við, at juli máni er ein svíkur í tí annars sera stuttu »sesongini«, sum fatar um juni, juli og august, tá flest ferðafólk væntandi skuldu verið í Føroyum. Onkur hotelstjóri tók til at tey kundu tað sama bara stongt og farið í feriu i juli. Tí so lítið av gestum sóu tey tá. Og tað er jú fullkomuliga burturvið, a háarstíðin skal ver tann slakasta til gisitingar, halda teir.
Føroyingar taka pláss
Í frágreiðing síni frá aðalfundinum hjá Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya, sum nýliga hevur verið, sigur formaðurin, at ein grund til fáu gistingarnar í juli mána kann vera, at útlendsk ferðafólk ikki sleppa fram at flutningstólunum fyri føroyingum, sum fara uttanlands júst hesa tíðina.
?Hetta er so bara ein teori, vit hava, sigur Uni Danielsen, formaður í felagnum hjá gistarhús- og matstovueigarum. Men vit halda kortini, at hon er ikki heilt av leið.
Og hann heldur eisini, at samstundis, sum eitt nú flúgvarasetrini eru fækkað, er tann høgi ferðaseðlaprísurin eitt tungtvigandi argument hjá fólki fyri at halda seg burtur úr Føroyum.
Stjórin á Hotel Føroyum, Johannus Jensen, er heldur ikki í iva um, at prísirnir hava ein stóran part av skuldini fyri, at ferðafólkatalið ikki er tað, sum ynskiligt kundi verið mitt um summarið.
Hann heldur, at tað kundi gott verið brúk fyri einum lágprísflogfelag at flogið millum Føroyar og útheimin um summarið. Tað hevði heilt avgjørt fingið fleiri fremmandafólk at komið hendanveg, sigur hann. Og tað hevði ikki verið nakar trupulleiki at hýst teimum,sigur stjórin á Hotel Føroyum.
Hann vísir, eins og Uni Danielsen, aftur tí, sum Magni Arge, stjóri á Atlantic Airways, herfyri segði um, at tað eru og fáir gistingarmøguleikar í Føroyum. Hotelmenninir halda báðir í sínum lagi, at tað hinvegin eru ov fáir ferðamøguleikar at koma til Føroya.
Kappingin burtur
Hóast hetta við ov fáum gestum á gistingarhúsunum um summarið ikki er nakað nýtt, ger manglandi kappingin á flutningsøkinum ikki støðuna betri, sigur hotelmennirnir, Sosialurin hevur tosað við.
Teir vísa á, at tað er vorðið munandi dýrari hjá bólkum at ferðast til Føroya, síðan Maersk Air gavst við síni Føroyaflúgving.
Gaman í, sigur stjórin á Atlantic Airways, at ferðseðlaprísirnir eru ikki hækkaðir. Og tað er eisni partvís rætt. Men bara partvís. Tí her verður tosað um ferðaseðlar fyri fullan prís, APEX og vikuskiftisferðir. Men tey tilboðini, sum størri bólkar fyrr kundu fáa frá flogfeløgunum, eru ikki at finna meira, siga hotelmenninir. Stóra minkingin í tali av setrum loyvir stutt sagt ikki nøkrum tilboðum. Tí har er alt fultsett í flogførunum, vísa teir á.
Alternativ vinna
Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya vísir á, at ferðavinnan er eitt sera gott alternativ til føroyskan útflutning.
Men vit mangla hagtøl her sum í so mongum øðrum førum, sigur Uni Danielsen, formaður í Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya. Hann sigur, at tað vísir, seg, at ferðavinnan stendur fyri meira enn 200 milliónum krónum, áðrenn flutningsvinnan er tikin við. Og tað er ein rímiliga góður prosentpartur av útflutningsvirði okkara, sigur hann.
Tí er tað serliga harmiligt, um nú darvandi flutningsmølguleikar skulu gera, at vit ikki fáa gagnnýtt tað tilfeingi, sum veruliga er í hesi vinnuni, sigur hann.
Og aftur kemur hann til svíkin í gistingum í juli. Av teimum reiðiliga 100.000 gistingunum á føroyskum gistingarhúsum í fjør, vóru tær 48.000 í juni, juli og august. Men nógv fleiri í juni og august enn í juli.











