Tað nyttar ikki at vera fornermaður

Jørgen Niclasen er ikki landsstýrismaður longur. Týsdagin noyddi Løgtingið hann frá, meðan fjølmiðlarnir eltu ein vrakaðan mann, sum ongan møguleika hevði at fjala, at hann táraði.
? Hatta er ikki nakað, sum eg avgeri, sigur Jørgen Niclasen um valið hjá SvF at suma inn á andlitið hjá honum, tá harðast stóð á

- Mín politiski veruleiki er øðrvísi í dag.
Hetta segði Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismaður, tá Sosialurin ringdi til hansara í gjár. Sjálvur segði hann seg síggja støðuna innanífrá, tí hann var staddur vesturi í hembygdini, Sørvági, har hann sleikti tey politisku sárini og hugsaði nýggjar leikir í tí stóra talvunum, hann hevur verið partur av so leingi. Týsdagin noyddist hann kortini at leggja kongin í hesum umfarinum.
- Tað nyttar ikki at vera fornermaður, tí politikkur er eirindaleysur. Men tú minnist, tað sum er gjørt ímóti tær, og tí eri eg ein keddur maður í dag, sigur Jørgen Niclasen, eftir at hann varð noyddur av andstøðuni og Tjóðveldisflokkinum at biðja løgmann loysa seg úr starvi. Annars hevði Løgtingið atkvøtt hann úr Fiskimálaráðnum, og tá er ikki so lætt at koma aftur í aftur í politikki.
Spurdur, um hann væntar at sleppa út aftur í Tinganes í onkrari aðrari samgongu, sigur Jørgen Niclasen við sínum ógvusliga myndamáli, at hann hevur fingið ein knív í ryggin uttan at hava gjørt nakað skeivt politiskt ella løgfrøðiliga, og tí fer hann frá við upprættaðari pannu, sum hann málber seg.
? Men har spælir nógv inn, ikki minst veljarin, tí eg eri bara ein brikkur í tí stóra spælinum. Eg havi tó ongantíð viljað givið upp, og aldurin er enn ikki so høgur, sigur tann skjótt 34 ára gamli Jørgen Niclasen, sum var týðiliga merktur, tá hann týsdagin á tingsins røðarapalli segði ráðharrasessin frá sær.
? Tað góða orðið hevur meira at siga, enn vit geva okkum far um, sigur Jørgen Niclasen, sum bæði hevur fingið telefonuppringingar og sms-boð, síðani tað politiska tapið varð varpað út í loftmiðlunum um alt landið. ? Men hini, sum ikki hava nakað gott at bera mær, høvdu nokk ikki ringt, leggur tó ein reellur Jørgen Niclasen afturat.

SvF sumaði

Spurdur, hvat hann heldur, at t.d. Sjónvarp Føroya gjørdi ov nógv burtur úr, tá hann feldi tár og ristist á røddini í tingsalinum, sigur Jørgen Niclasen, at hann enn ikki hevur sæð allar upptøkurnar frá sjálvum fundinum, har myndatólið sumaði inn á andlitið á honum, tá harðast leikaði á. Hann heldur tó ikki, at sjónvarpið var so ringt, tí teirra myndatól stóð eitt sindur burtur frá sessinum hjá sær, og tað flutti seg ikki teir tríggjar tímarnar, tingfundurin vardi.
Verri var kortini við fotografunum, sum allatíðina fluttu seg á vóru klárir at finna nýggjar vinklar undir orðaskiftinum.
? Men hatta er ikki nakað, sum vit avgera, sigur ein róligur Jørgen Niclasen um fjølmiðlarnar, og kallar teir ta fjórðu statsmaktina.

Hart trýst

Hann er ikki tann fyrsti landsstýrismaðurin, sum hevur verið noyddur at víst sínar kenslur á skíggjanum, og tá Sosialurin spyr hann um trýstið, ið liggur á einum ráðharra í Føroyum, sigur Jørgen Niclasen, at hann plagar at spyrja fólk, hvussu tey høvdu havt tað, um tey ofta høvdu staðið á forsíðuni í bløðunum. - Tað er nevniliga rættiliga óbehagiligt at verða hunddálkaður, og trýstið er enormt, og tað pínir, tá tú heldur teg hava eina góða sak, sigur Jørgen Niclasen.
Men hann leggur tó afturat, at teir føroysku fjølmiðlarnir vita, at samfelagið er lítið, og tí hanga teir ikki privatlívið hjá fólki út, sum pressan kanska ger í øðrum londum. So ta tíðina Jørgen Niclasen var landsstýrismaður uggaði hann seg við, at tað ikki var privatpersónurin, sum endaði á forsíðunum. ? Men eg havi fingið harða húð, sigur Jørgen Niclasen, sum nú aftur telist millum tey 32 í Løgtinginum.

Vil enn einki siga

Spurdur, um hann hevði væntað, at tingfundurin, har uppskotið frá andstøðuni varð viðgjørt, bleiv so drúgvur, sigur Jørgen Niclasen, at talutíðin til eitt misálitisuppskot er sama sum til eitt fíggjarlógaruppskot, so tað gjørdi hann ikki bilsnan.
Hann hevur einki boð upp á, hvør eftirmaður hansara sum fiskimálaráðharri verður, men hann sigur tað sama við Sosialin, sum hann segði í Degi og Viku týskvøldið um sín leiklut sum samgongutingmaður. ? Mín loyalitet fyri Tjóðveldisflokkinum vil eg ikki siga nakað um í løtuni, tí so komi eg bara at siga okkurt, sum eg fari at angra, tí hetta má sodnast, sigur Jørgen Niclasen at enda.