og so allíkavæl ert tú so langt vekk, og tað følist enn sum ein ringur dreymur, at tú so brádliga bleiv sjúkur og tikin burtur frá okkum. Tú fylti so nógv i okkara familju – tú vart ein sólstrála og láturin [...] síðsta, og hvør dagur var ein gáva saman við tær. Sjálvt tá tú lá til tað allarsíðsta kláraði tú at ringja runt til tey, tú fegin vildi siga farvæl við og sum tú ynksti komu forbí. Tú hevur lært okkum [...] í, og segði tú tað við okkum fleiri ferð hvar teir lógu, tú hevði bara skil á øllum. Vit sakna allar kaffimunarnar saman, tú hevði so lætt við bara at koma inn til eitt prát og vart tú ein sentralur persónur
hoyri eg fyri mær enn. Tú fekst ein friðarligan deyða. Tú gavst bara at anda meðan tú svav, tú orkaði ikki meira. Tú fekk títt ynski uppfylt, tú slapp heim og tú fekst tín frið. Tú betýður alt fyri meg, [...] Eg veit at tú hevur tað gott har tú ert og at ein dag so sleppi eg at síggja teg aftur. Eg eri so takksom fyri at eg hevði teg sum abba og ongan annan, tú ert tann besti abbin og pápin ein kann hugsa sær [...] gekk og tú gjørdist sjúkari, orkaði tú ikki upp so tílja longur, men tú vakti meg altíð allíkavæl við at rópa: Didda skalt tú ikki upp nú?" og so var tað eg sum gjørdi tær morgunmat. Ella viss tú vart innlagdur
hjartalag gjørdu teg til ein einastandandi abba – og menniskja. Tú tosaði ikki bert um at hava ágrýtni, men tú vísti tað. Tú tosaði ikki bert um at vera hjálpsamur, men tú hjálpti. Tú tosaði ikki bert um at [...] vera gávumildur, men tú gav. Tú tosaði ikki bert um at hava hjartarúm, men tú vísti tað. Orð tíni gingu í hond við verk tíni, og soleiðis hevur tú altíð verið. Tú vart í roynd og veru ein heiðursverdur maður [...] teg. Tú skuldi jú koma heim aftur til okkum øll, men so varð ikki. Góði abbi, tú vart tann besti abbin, ið ein kundi ynskja sær, og er saknurin tískil ómetaligur. Tað er so óveruligt, at tú ikki ert her
heldur pína. Góði Bent, tað er eitt stórt tómrúm í mínum hjarta nú, men tað er ein troyst at vita at tú hevur tað gott har tú ert, har einglasongur og gleði er. Her vil eg enda við einum versi úr bíbliuni [...] fingu, so kundi hann siga við meg: ”Rúna, vit taka ein dag á gangin”. Og tá kemur mær í huga, reglurnar í sanginum hjá Hallur Joensen: ”Njót hesa stund, tí tú sanna mást tað, at vit eiga bert dagin í dag”. [...] úsinum, og á Hotel Tórshavn. Men góða mamma, eitt skalt tú vita. At teg, hugsaði hann nógv um, og ikki minst síni kæru børn. Tað var ongin dagur ið fór forbí, har hann ikki spurdi um eg hevði ringt heim
kæri, elskaði beiggi – tú orkaði ikki meira. Tú var meira sjúkur, enn vit ánaðu. Elskaði bróður, vit vilja takka tær fyri alt, tú var fyri meg og okkara familju. Nú ert tú komin til ein betri stað, har eingin [...] bróður, Jógvan, bleiv 65 ár. Ein hugnaligur dagur, vit øll systkini við familju høvdu saman. At tú ikki var so væl fyri, tað merktu vit, men vit vónaðu, at tú fekk góða viðgerð, tá tú kom aftur til Namibia. [...] eingin pína og sjúka nívir meira. Nú ert tú saman við tínum foreldrum og beiggjum. Hvíl í friði, elskaði beiggi. So sáran vit sakna teg. Goymdur, men aldri gloymdur. Systir tín, Anni við familju.
til okkara, tá tann dagur kemur. Ja, ikki ert tú longur okkara millum, men tú ert farin heim til Várharra og heim til tey kæru, sum tú misti her á fold. Men vit vita, at vit aftur ein dag skulu hittast og [...] aldrin fingið. Títt pláss er tómt, men ikki kalt. Vit vita at tú enduliga ert komin heim til tín einglaflokk, og tú vekir yvur okkum, eins og tú gjørdi her á fold. Saknurin er eisini stórur hjá Niels og Karl [...] skilja, eins og vit vaksnu ikki heldur skilja alt. Tú vart ein góð og kærleiksfull omma, sum altíð hevði tíð til tínar lítlu einglar - ofta gloymdi tú alt rundan um teg, og tað sást hvussu tú lívgaðist
seinnapartar. Harafturat sat tú eitt tíðarskeið bæði í nevndini í Støkk og í NSÍ. Tú vart álítandi, har tú var stødd, og tú var sera vælvitandi um flest øll viðurskifti. Góði babba, tú og mamma hava havt eitt [...] ið er hent. Tú vart bara 48 ára gomul, og skuldi tí havt nógv góð ár eftir at liva í. At tú ert farin frá okkum er so veruleikafjart og meiningsleyst, at vit hvønn dag bara rokna við, at tú við tínum blíða [...] og tað fór valla ein dagur framvið, uttan at tú hevði verið inni hjá teimum, og tað vóru tey so glað fyri. Øll systkini hjá tær við familju hava eisini eina sera svára tíð nú, tí tú vart tann elsta í
Frælsið fekst tú! 23 dagar eftir at tú vart flutt inn, sovnaði tú stillisliga, ein uggi hjá okkum, sum varaðu av er, at tú vart ikki einsamøll. Hjá tær vóru fólk, tú hevði álit á. Tað vísti seg, at tú millum [...] ára føðingardegi - ein dagur, sum eg veit, tú vart sera glað fyri. Sum tú gjørdist eldri, gjørdist tað torførari hjá tær at klára teg í egnum heimi, men sum tú var sinnisliga, dugdi tú ikki altíð at síggja [...] sjálv. Kortini bað tú ofta um hjálp, tá tú føldi, at lívið var trupult og tú ikki orkaði meir og lívið gjørdist ein kampur fyri at vera fræls. Tú vart komin soleiðis fyri í samfelagnum, at tú mátti flyta aftur
30 ár aftur í tíðina. Øll tíni kæru hava mist ein pápa, ein mann, ein son og ein so hjálpsaman og stuðlandi beiggja. Eg veit, at tú hugsaði nógv um, at tú ikki slapst at fylgjast við konu og børnum víðari [...] har tú vildi jarðast. Har hevði tú so mong, rík barndómsminni hjá Lis-mostrini og Jaspur-gubbanum og teirra húski, sum tú altíð tosaði so hjartaliga um. Hetta var bæði ein gráur og lýggjur dagur í vakra [...] heilt ófatiligt, at tú og títt skarpa vit, at tú og títt skemtingarsama lyndi, at tú og tín klókskapur og alt hitt, sum eg kundi nevnt, brádliga varð tikið frá okkum. Tó at bæði tú og øll rundan um teg
pápi, at tú ikki skalt vera ímillum okkum í ár, nú vit koma heim at halda jól. Tað er ikki ein dagur, hvar tú ikki ert í mínum tonkum. Tú hevur og vilt altíð hava eitt stórt pláss í mínum hjarta. Tú bleivst [...] og sum tú sjálvur greiddi frá, so bleivst tú borin á lógvum alt tað, tú kundi minnast. Tú fórst út at sigla bert 15 ára gamal. 23 ára gamal blivu tú og mamma so gift og tit fingu 7 børn saman ? ein stóran [...] mammu hvussu glaður tú vart fyri at síggja meg ? og tú tók um meg og segði: ?og vælsignaða hjá mær, tað var gott at tú komst?, ja soleiðis vart tú altíð ? altíð so glaður fyri at síggja ein, og altíð so nógv