Minningarorð um abba mín Símin Poulsen

Nú er tað longu eitt hálvt ár síðani tú fórt frá okkum, og saknurin er størri enn nakrantíð. Alt er so tómt. Eg og omma hava eina mynd av tær í køkinum, so vit síggja teg hvønn dag, men tú manglar so nógv.
Eg sakni at sita í køkinum ella á tínum songarkantin og hoyra teg fortelja søgur og reypa. Tú dugdi so væl at fortelja og var altíð líka stuttligur, líkamikið hvussu illa stóð til. Eg sakni at hoyra tín sang og floyt í køkinum, og eg sakni at hoyra tína rødd og síggja títt smíl. Eg sá teg so at siga hvønn dag, og var ein dagur, har tað var for ringt verður at koma til Havnar, so tosaði eg við teg í telefon, tú vart so forvitin, so tú sms'aði og ringdi fleiri ferðir um dagin.
Eg elskaði at vera saman við tær. Vit høvdu eitt serligt band, ið ikki kann forklárast. Eg visti altíð, hvussu tú hevði tað og øvugt.
Vit gjørdu alt saman. Serliga minnist eg fiskitúrarnir á gomlu kai, biltúrarnir til Skálabotn hvønn sunnudag at keypa bomm, kaitúrarnir í Runavík, og tá tú vart havnarmeistari, og eg ikki tímdi at spæla við hini børnini, tí eg vildi heldur hjálpa abba at taka ímóti bátum, og omma var í dýrastu neyð, tí eg var so dreingjarlig. Eg minnist eisini væl, tá tú vart við Magn, og eg kom umborð at vitja teg, og tú forkelaði meg við norskari smyrjusjokoladu, ælaboga ís, bomm og sodavatn.
Tað var altíð tú, sum komst upp við mær hvønn morgun og smurdi breyð og eg elskaði at sita við køksborði saman við tær og tosa saman ella bara nýta morgunin í stilli. Sum tíðin gekk og tú gjørdist sjúkari, orkaði tú ikki upp so tílja longur, men tú vakti meg altíð allíkavæl við at rópa: Didda skalt tú ikki upp nú?" og so var tað eg sum gjørdi tær morgunmat. Ella viss tú vart innlagdur ja so ringdi tú at tryggja tær at eg var uppi.
Tú vart altíð so stoltur av mær at eg hevði fingið HH prógv og nú eri undir útbúgving til sjúkrarøktarfrøðing og segði altíð at eg skuldi passa teg tá tú bleivst gamal.
Tey síðstu tvey árini vart tú meira á sjúkrahúsi enn heima. Eg var altíð hjá tær, hvønn dag og sat hjá tær um náttina tá tú vart heima og ikki hevði tað gott. Eg stóð so trygt við tína lið, sum tú altíð hevði staði við mína.
Tú skuldi niður at hava skurðviðgerð og tú vart so spentur tí so fór alt at blíva betri. Eg koyrdi ommu til Vágar og slapp inn í ambulansan at mussa teg bei, men tá eg sá teg fara inn í flogfari visti eg at tað var seinastu ferð eg sá teg, sum tann abban tú hevði verði. Tú komst teg ongantíð eftir tað seinnu skurðviðgerðina, og tú vildi ikki at eg skuldi síggja teg soleiðis, men eg kom niður til tín og var hjá tær. Tú orkaði ikki meira, tú vildi bara sleppa heim til Jesus. Eg gloymi ongantíð tann dagin eg og omma góðtóku títt ynski um at doyggja og søgdu tær takk fyri alt og hvussu nógv vit elskaðu teg og at vit fóru at sakna teg. Tú svaraði sjálv takk, eg elski tykkum av øllum mínum hjarta og eg fari eisini at sakna tykkum, men eg bíði eftir tykkum. Eftir hetta fekst tú tað betri og læknarnir søgdu at hetta skuldi nokk fara at ganga. Eg fór heim ein týsdag og tað var so ringt at siga bei við teg. Hósdag søgdu læknarnir at nú gekk aftur skeivan veg og at vit kundu rokna við at tú fórt at doyggja. Leygardag sóu tølini góð út og eg tosaði við teg og tú vart so glaður, men náttina til sunnudag fekk eg ikki sovi, eg gekk rastleys runt og fann ongan frið á mær, tí eg føldi at okkurt var gali. Kl. 8 ringdi omma og segði nú er abbi deyður. Hesi orðini hoyri eg fyri mær enn. Tú fekst ein friðarligan deyða. Tú gavst bara at anda meðan tú svav, tú orkaði ikki meira. Tú fekk títt ynski uppfylt, tú slapp heim og tú fekst tín frið.
Tú betýður alt fyri meg, eg dugi so illa at skilja at tú ikki kemur aftur. Verðin er so køld og tóm uttan teg og eg fái ilt langt inn í sálina at hugsa um at tú ikki kemur aftur. Eg veit at tú ikki vilt at eg skal vera kedd og at eg skal gera mítt besta so tað royni eg. Eg veit at tú hevur tað gott har tú ert og at ein dag so sleppi eg at síggja teg aftur.
Eg eri so takksom fyri at eg hevði teg sum abba og ongan annan, tú ert tann besti abbin og pápin ein kann hugsa sær, uttan tín og ommusa kærleika hevði eg ongantíð verði komin so langt sum eg eri. Tú trúði altíð uppá meg og tað skalt tú hava takk fyri.
Eg eri glað fyri at tú hevur fingið tín frið.
Vit síggjast.
Heilsan

Didda :*