Minningarorð um mostur mína

Karen Marie Danielsen. Fødd 9. mai 1930 · deyð 10. januar 2007

Í dag er júst eitt ár síðan tú so brádliga varð tikin burtur, og hettar fær meg at hugsa um, hvussu trupult tú mangan hevði tað, tá tú vart millum okkum.


Góða Karin, tú vaks upp saman við systkjum tínum í einum trúgvandi heimi undir teimum korum, sum tá vóru. So kom annar veraldarbardagi við tí ávirkan, sum hann førdi við sær, pápi tín sigldi undir krígnum og mangan var tungt hjá tykkum at vita, at hann sigldi vandasjógv. Sum tú vaks til, kom eisini sálarliga sjúkan hjá tær til sjóndar - ein sjúka, sum ikki kundi lekjast og sum kom at fylgja tær altíð. Her heima var tá ongin hjálp at bøta um hjá sálarliga sjúkum, og sum 19 ára gomul vart tú fyrstu ferð send til Danmarkar at fáa hjálp. Meg minnist sum barn, at eg átti eina mostur, sum var í Danmark, og sum eg bert kendi frá eini mynd og tí, sum mamma mín fortaldi mær, men vit skrivaðu brøv saman og sendu gávur til jóla. Tú komst at vera avskorin frá tínum heimlandi og tínum kæru. Tað skuldu ganga 8 ár, áðrenn tú komst heim aftur at vitja. Tá kom pápi tín niður og tók teg heimaftur við sær.


Tú kundi hava tað gott leingi, men so breyt sjúkan út aftur. Tú komst tí at búleikast skiftivís í Danmark og í heiminum í Nólsoy, saman við pápa tínum og beiggjanum. Tá psykiatrusku deildirnar komu her heima, slapst tú frá at fara niður aftur. Tað var gott hjá tær at kunna koma á deildirnar her, tá tú hevði tað ringt, men tú treivst ikki og kom skjótt út aftur til heimbygdina.


Tú misti mamu tína sum 30 ára gomul. Og seinni tá so eisini pápi tín og beiggin fullu frá, gjørdist alt truplari. Tær tíðirnar tú hevði tað gott, hevði familjan tað eisini gott. Tú kundi vera so skemtilig og eisini speirekandi, tá lagið var gott. Tú mintist so væl og hava vit mangan fingið eitt gott prát. Vit høvdu ein góðan dag saman við tær á tínum 75 ára føðingardegi - ein dagur, sum eg veit, tú vart sera glað fyri.


Sum tú gjørdist eldri, gjørdist tað torførari hjá tær at klára teg í egnum heimi, men sum tú var sinnisliga, dugdi tú ikki altíð at síggja hettar sjálv. Kortini bað tú ofta um hjálp, tá tú føldi, at lívið var trupult og tú ikki orkaði meir og lívið gjørdist ein kampur fyri at vera fræls.


Tú vart komin soleiðis fyri í samfelagnum, at tú mátti flyta aftur og fram millum heimið og psykiatrisku deildirnar, av tí at onki verandi pláss var til tín nakrastaðni. Tilveran hjá tær gjørdist meira og meira óverdug, bæði fyri teg og onnur. Ampin av at tú búleikaðist einsamøll var nívandi fyri okkum øll.


Familjan royndi at standa saman og stríðast fyri, at tú skuldi fáa ein verdugan bústað. Vit gleddust saman við tær, tá hetta eydnaðist. 17. desember 2006, kundi tú flyta inn í eitt heim, sum hóskaði til tín, og hvar tú hevði fólk um teg alt døgnið. Tú slapst at taka lut í dagligdegnum og hettar dámdi tær væl. Øll vóru tey líka góð við teg, og tey gjørdu alt fyri at tú skuldi trívast. Tað gjørdist so lætt hjá okkum at støkka inn á gólvið at vitja teg. Har var sera heimligt at koma, og vit gleddust øll, tú vart glaðari, enn tú hevði verið longi.


Frælsið fekst tú! 23 dagar eftir at tú vart flutt inn, sovnaði tú stillisliga, ein uggi hjá okkum, sum varaðu av er, at tú vart ikki einsamøll. Hjá tær vóru fólk, tú hevði álit á. Tað vísti seg, at tú millum jól og nýggjár hevði fingið staðfest aðra ólekjandi sjúku. Eg kundi ynskt at tær untist fleiri dagar í hesum nýggja heimi, men so skuldi ikki verða. Tú ert farin heim til tann Guð, sum tú ongantíð misti álitið á. Friður verið við minninum um mostur mína, Karin Marie Danielsen.

Systurdóttir tín