er ógvuliga stórur á, hvussu fangar eru fyri har og so í Føroyum. ? Um ein maður hevur gjørt nakað galið, so skal hann sjálvandi revsast. Tað er ongin ivi um tað. Men í Føroyum í mun til Danmark ella útlond [...] , sigur Jógvan og fortelur um tá hann fyrst kom inn í arrestina í summar. Tá lá hann niðri í einum kliva har sólin skein beint inn um dagin. Inni í klivanum gjørdist so heitt, at hann sovnaði um dagin [...] ósunt at vera inni í arrestini í ov langa tíð. Dagligdagurin endar í einum vavgreyti. Tú gerst dovin, tí tað ger tað sama, hvat tú gert, tí tú hevur onki at fara upp til. Fangar kunnu sita í arrestini upp til
tykist, sum als einki hendir. Tann heilt stóri spurningurin er, hvør skipan skal koma í staðin fyri fólkapensiónina, ella hvussu skal fólkapensiónin útbyggjast? Vit gerast alt eldri og pensiónsspuringurin verður [...] tí at finna útvegir fyri, at støðið í heimarøktini kann haldast og helst eisini hækkast. Verður støðið lækkað nú, kemur tað valla uppaftur í bræði! Onnur mál, ið liggja á láni eru forsorgarlógin, barnav [...] opinbart, at samgongan er í stórum iva, og at ómsemja er millum teir báðar stóru flokkarnar. Skal framtíðar fólkapensiónin byggja á eitt alment solidariskt principp, ella skal skipanin byggja á privatar
eitt annað. Nú skal so sigast, at Tjóðveldisflokkurin ikki bara var framúr heppin við sínum vali av landsstýrisfólkum. Her hugsa vit serliga um tveir mentamálaráðharrar, ið ikki sótu leingi í sessinum, áðrenn [...] ein góðan dialog við andstøðuna, men hvussu skal tað verða, tá formaður Tjóðveldisfloksins ikki vil viðganga, at fíggjarlógaruppskotið hjá Karsten Hansen vísir hall í 2004, og hevði gjørt tað, hóast keksavgjald [...] áralagið í einari slíkari samgongu er gott, og at Løgmaður hevur landstýrisfólk, ið tosa við hvørt annað og kunna hvørt annað um politisk tiltøk, so samgongan kann standa sum ein, tá mál fara niðan í Løgtingið
okkara egnu embætisfólk eins og skrivstovuveldið í ES og í Danmark lítla trúgv hava til eitt tættari og formaliserað samstarv við ES, so leingi vit eru í ríkisfelagskapinum. Stórir partar av løgtinginum [...] við. Tjóðin, har ES var um enn uppaftur meira tabu enn í Føroyum, Ísland, er í ramasta álvara farin at umhugsa limaskap. Sama støðan er í Noregi og kemur tann dagur, tá hesir okkara fremstu kappingarneytar [...] kini. Sostatt má okkurt henda í hesum máli, og føroyskir politikkarar kunnu ikki í tað óendaliga halda fram við at mala um heita greytin, men noyðast nú at seta spónin í. Harvið hava vit ikki sagt, at
Í dag og í morgin skal 7. umfar av landskappingini avgreiðast, og í 1. deild hjá monnum verða tveir dystir spældir longu í dag, meðan tríggir bíða til í morgin. Mest áhugaverdi dystur er uttan iva í Havn [...] vinnur í morgin, og B36 ikki vinnur í Runavík, er HB aftur klárt á odda í kappingini. Um KÍ hinvegin fer við stigunum í morgin, fara teir eitt stig framum HB, og so er tað sera javnt. Dysturin skal eisini [...] skaðum higartil í ár, og eisini í dag eru fleiri ivasamir. Gert Langgaard hevur ikki spælt leingi, tí hann breyt armin tíðliga í kappingarárinum, men gipsið skuldi eftir sigandi takast av í gjár, og hann
spennandi sum í ár. Nú einans trý umfør eru eftir at leika, liggja Kyndil, VÍF og Neistin jøvn í stigum á fremsta plássi í deildini, og leikskráin er so hegnisliga løgd, at júst hesi trý lið hittast í innanhýsis [...] innanhýsis dystum í teimum trimum seinastu leikumførunum. Avgerandi dystur í Vestmanna Í umfarinum hetta vikuskifti er dysturin í Vestmanna millum mansliðini hjá VÍF og Neistanum uttan iva tann mest áhugaverdi [...] gjørdist talan um málríkasta dystin í hesum kappinginarárinum, tá ið Kyndil vann 42-40 í Hoyvíkshøllini. Seinasti mansdysturin hetta vikuskiftið verður í høllini á Skála í dag, tá ið StÍF fær vitjan av H71
fylgja við í, hvussu samfelagið sum heild viðger frámælið at eta grind, sum Pál Weihe og Høgni Debes Joensen eru komnir við. Hjá teimum er niðurstøðan púra greið: Tvøst og spik av grindahvali [...] grindahvali skal als ikki etast, tí tað er heilsuskaðiligt! Men hesum frámæli tekur Heislufrøðiliga Starvsstovan als ikki undir við. Í sínum tilmæli sigur Starvsstovan fyri so vítt tað sama sum [...] egni granskari, Pál Weihe, sum helst er tann persónurin í verðini, sum veit mest um evnið, og landslæknin við danska heilsustýrinum í rygginum beinleiðis siga, at grindin er so skaðilig
avgreitt í vikuskiftinum. Longu leygardagin hevði FCK, sum í fyrsta umfarinum hevði vunnið 2?0 í torføra útidystinum í Aalborg, vitjan av OB. Undan hesum kappingarárinum hevur verið spátt, at OB, sum í fyrsta [...] uppflytarunum úr Frem, kanska skal gerast ein hóttan fyri Brøndby og FCK. Ítróttarstjóri í OB er Kim Brinck, sum áður hevur verið venjari í FCK. Í Noregi er Rosenborg einasta stórliðið. Í Skotlandi eru tað Glasgow [...] seytjan spælarar við til útidystin í Valby ímóti Frem, sum var fyrstu ferð á heimavølli í bestu deildini, síðani teir í 1993 fóru a húsagang og vórðu fluttir niður í Danmarksseriuna. Jón Rói Jacobsen var
Musikkskúlan í Havn. Tað staðfestir Jens Mortan Mortensen, ið nú hevur tikið stig til ein slíkan skúla. - Hetta er ein tanki, sum eg havi gingið við leingi. Eg havi jú eina fortíð sum lærari í Musikkskúlanum [...] at eg havi tveir dagar mitt í viku leysar, um okkurt tekur seg upp í Suðuroy, sigur Jens Mortan Mortensen. Upprunaliga ætlaði hann at undirvísingin skuldi verða fyri næmingar í 2., 3. og 4. flokki, men av [...] bólkur er so saman um eitt keyboard. Innanhýsis í bólkinum – alt eftir hvørjum støði, næmingarnar eru á – verður so lært, hvussu nótarnir eita og hvar teir liggja á nótalinjuni, og hvar teir finnast á keyboardinum
tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av. Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar [...] gongur heilt væl, hava vit eitt nýtt Suðuroyarskip seint í 2002. Men í øllum førum skuldi skipið verið liðugt einaferð í 2003 Skal sigla 21 míl Tann nýggi Smyril verður eitt stórt framstig á nógvum økjum, afturímóti [...] byrja at byggja sjálvt skipið einaferð næsta summar. ? Hvussu leingi tað tekur at byggja eitt slíkt skip, veldst alt um, hvar skipið verður bygt og, hvussu stóra arbeiðsorku skipasmiðjan hevur. ?Men gongur