Hinvegin gongur striltið á øðrum almannaøkjum. Boðað er frá, at heimarøktin nú verður skerd. Hetta kann almenningurin ikki góðtaka. Tað ber ikki til at geva við aðrari hondini og taka við hinari! Heimarøkt og røktarheim hanga saman. Hesi bæði øki eru partar av somu skipan og tørvur er á báðum. Løgtingið eigir tí at finna útvegir fyri, at støðið í heimarøktini kann haldast og helst eisini hækkast. Verður støðið lækkað nú, kemur tað valla uppaftur í bræði!
Onnur mál, ið liggja á láni eru forsorgarlógin, barnaverndarlógin og so alt eftirlønarmálið. Her tykist, sum als einki hendir. Tann heilt stóri spurningurin er, hvør skipan skal koma í staðin fyri fólkapensiónina, ella hvussu skal fólkapensiónin útbyggjast? Vit gerast alt eldri og pensiónsspuringurin verður alt meira átrokandi, samstundis sum hann verður alt tyngri at loysa, jú longur vit bíða.
Men tað er heilt opinbart, at samgongan er í stórum iva, og at ómsemja er millum teir báðar stóru flokkarnar. Skal framtíðar fólkapensiónin byggja á eitt alment solidariskt principp, ella skal skipanin byggja á privatar eftirlønarskipanir, har løntakarin sjálvur sparir upp til síni ellisár?
Hesin spurningur hevur nú í fimm ár ligið á láni, og spurningurin er, hvussu leingi hesin spurningur tolir at bíða afturat. Arbeiðsmarknaðurin hevur krav uppá at fáa at vita, hvørjar ætlanir tað almenna hevur við pensiónsmálinum. Sama kann sigast um almenningin sum heild ? her er tørvur á avkláring. Er tað so, at samgongan so smátt er farin at avmontera vælferðarsamfelagið, so mugu greið boð út til almenningin, so fólk vita, hvar tey flóta.
Sosialurin