Nýtt tónatilboð til høvuðsstaðarbørn

Tað er Jens Mortan Mortensen, sum nú tekur stig til ein nýggjan tónaforskúla, sum kann avlasta trýstið á Musikkskúlan, ið hevur langar bíðirøðir

- Tað er tørvur á einum alternativi til Musikkskúlan í Havn.
Tað staðfestir Jens Mortan Mortensen, ið nú hevur tikið stig til ein slíkan skúla.
- Hetta er ein tanki, sum eg havi gingið við leingi. Eg havi jú eina fortíð sum lærari í Musikkskúlanum, og tað hoyrist javnan um foreldur, sum kæra sína neyð um langar bíðilistar til Musikskúlan, sigur Jens Mortan Mortensen.
Hann hevur seinastu 13 árini búð og starvast í Suðuroy, men er nú fluttur við familju til Havnar.
- Eg havi eitt hálvtíðarstarv sum urguleikari við kirkjurnar í Hvalba og á Tvøroyri, og eg havi lagt undirvísingina soleiðis til rættis, at eg havi tveir dagar mitt í viku leysar, um okkurt tekur seg upp í Suðuroy, sigur Jens Mortan Mortensen.
Upprunaliga ætlaði hann at undirvísingin skuldi verða fyri næmingar í 2., 3. og 4. flokki, men av tí at óvist er, hvussu undirtøkan verður, er undirvísingin fyribils fyri øll, sum hava áhuga í at læra nótar.
- Tað merkir eisini, at roknast kann við næmingum á ymiskum støði innan tónleik, og tí verður eisini neyðugt at býta næmingarnar sundur í stigflokkar, sigur Jens Mortan Mortensen.
Hann sigur, at tað finnast nógvir mátar at læra nótarnar, tað veri seg við ymsum kortspølum og øðrum fyri børnini stuttligum mátum at læra uppá.
- Ætlanin er at býta næmingarnar upp í bólkar á millum átta og tólv næmingar. Eftir lokna frálæru er so meiningin, at næmingarnar skulu duga at spæla tónleik saman, sigur Jens Mortan Mortensen.

Á Argja skúla
Men alt er sjálvandi tengt at, hvussu nógvir næmingar tekna seg til undirvísingina.
- Alt tað praktiska er fingið upp á pláss, so klárt er at byrja 1. september, um tað skal verða, sigur Jens Mortan Mortensen.
Hann hevur tosað við Argja skúla og hevur fingið eina avtalu í lag um at brúka eina stovu á skúlanum til tónleikaundirvísingina.
- Pláss verður fyri átta bólkum á átta til tólv næmingar, men tað ber saktans til at hava færri næmingar. Hvør bólkur er so saman um eitt keyboard. Innanhýsis í bólkinum – alt eftir hvørjum støði, næmingarnar eru á – verður so lært, hvussu nótarnir eita og hvar teir liggja á nótalinjuni, og hvar teir finnast á keyboardinum, sigur Jens Mortan Mortensen.
Lært verður eisini at spæla eftir nótum og at spæla eftir »gehør«.
Kostnaðurin fyri at ganga á tónaskúlanum er 200 krónur um mánaðin, og áhugað kunnu fara inn á heimasíðuna tonaforskulin.com og haðani inn á eina leinkju, sum eitur tonaforskulin@gmail.com og har tekna seg.