Oddabrak í Vestmanna

Endaspurturin í føroysku hondbóltskappingini er av álvara farin í gongd, og spenningurin er í hæddini. Í mansdeildini liggja trý lið jøvn í stigum á fremsta plássi, og tvey teirra, VÍF og Neistin, hittast í einum sannum oddabraki í Vestmanna sunnudagin.

Sjáldan hevur hondbóltskappingin hjá monnum verið so spennandi sum í ár. Nú einans trý umfør eru eftir at leika, liggja Kyndil, VÍF og Neistin jøvn í stigum á fremsta plássi í deildini, og leikskráin er so hegnisliga løgd, at júst hesi trý lið hittast í innanhýsis dystum í teimum trimum seinastu leikumførunum.

Avgerandi dystur í Vestmanna
Í umfarinum hetta vikuskifti er dysturin í Vestmanna millum mansliðini hjá VÍF og Neistanum uttan iva tann mest áhugaverdi. Vestmenningar vóru av teimum flestu avskrivaðir sum eitt boð upp á føroyameistaraheitið, men teimum spádómum hava teir gjørt dyggiliga fyri skommum, og nú tykjast teir kanska verða besta boðið upp á ein føroyameistara.
VÍF hevur vunnið teir seinastu fimm dystirnar á rað, meðan hini bæði oddaliðini hava verið munandi meiri óstøðug. Harafturat er vert at hava í huga, at liðið hjá vestmenningum er mannað við rættuliga royndum leikarum, ið so at siga allir hava verið við til at gerast føroyameistarar áður, og tað kann verða ein stórur fyrimunur í avgerandi dystum.
Neistamenn kunnu tó saktans eisini taka dystin upp við vestmenningar, og tað er neyvan ov nógv sagt, at Neistin hevur sterkastu bakketuna í landinum við so skotsterkum monnum sum Heina Hanusarson, Áka Mørk og Dragisa Stojovic. Til dystin í Vestmanna noyðist Neistin tó at verða strikuspælaran Birgir Kass fyri uttan, eftir at hann fekk reyða kortið í dystinum móti strandingum sunnudagin. Sum skilst verður tó Karl Oddmar Rasmussen við aftur, eftir at hann hevur verið burtur í nakrar vikur, og tað er ein styrkur fyri verjuna hjá Neistanum.
Eingin ivi er um týdningin av dystinum í Vestmanna, og nógv vilja verða við, at liðið, ið tapir dystin sunnudagin, er úti av kappingini um føroyameistaraheitið. Um so er, er ilt at meta um, men eingin ivi er um, at vinnandi liðið hevur sera góð kort á hondini.

Kyndil skal reisa seg
Oddaliðið at kalla alt kappingarárið, Kyndil, hevur snávað meiri enn eina ferð seinastu vikurnar. Í farnu viku var danski venjarin sendur til hús, og tveir gamlir kyndilsleikarar, Kári Nielsen og Birgir Hansen, hava tikið við sum venjarar hjá besta mansliðnum. Seinasta viku var enn einaferð staðfest, at Kyndil hevur stórar trupulleikar við at fáa gongd á spælið hjá sær, tá ið teir fyri triðju ferð í hesum kappingarárinum noyddust at lúta fyri hoyvíkingum.
Kyndil skal sunnudagin dystast við KÍF, og tað er trupult at spáa um, hvussu tað fer at ganga, tí Kyndil hevur ikki verið sannførandi seinastu tíðina, og harafturat hava kollfirðingar spælt mongum eitt puss, og hava teir ein góðan dag, kann alt henda. Seinast hesu bæði lið hittust, gjørdist talan um málríkasta dystin í hesum kappinginarárinum, tá ið Kyndil vann 42-40 í Hoyvíkshøllini.
Seinasti mansdysturin hetta vikuskiftið verður í høllini á Skála í dag, tá ið StÍF fær vitjan av H71. Hesi bæði liðini eru úti av kappingini um meistaraheitið, og serliga á Strondum man tað verða ein beiskur biti at svølgja, nú teir hava verið við í oddinum so leingi, og harafturat hava teir spælt rættuliga væl, men hava manglað tað neyðuga hepni.

Botnuppgerð hjá kvinnunum
Hjá kvinnunum eru eisini tríggir dystir á skránni. Mest spennandi dysturin er helst dysturin í Vestmanna millum VÍF og Neistan, ið liggja á ávikavist triðja og fjórða plássið. Hesin dysturin verður beint undan mansdystinum sunnudagin. Í dag verður ein dystur á Skála, har heimaliðið StÍF fær vitjan av einum av biðlarunum tið meistaraheitið VB. Her skuldi talan allarhelst verið um ein avgreiðslusigur til vágskvinnur, áðrenn tær komandi vikuskifti skulu leika tann altavgerandi dystinum móti hinum oddaliðnum Stjørnuni í Vági.
Seinasti kvinnudysturin hetta vikuskiftið er ein rein botnuppgerð, tá ið tey bæði aftastu liðini, Kyndil og Søljan, hittast í Havn. Hesi bæði liðini liggja avbyrgd í botninum av deildini, og bæði royna at sleppa undan at enda aftast í kappingini.