mest brúkta yvirhøvur í okkara vesturlendsku mentan í hvussu so er tey seinastu 1400 árini. Vit kenna tað úr hundraðvís av halgidómum longu í fornkirkjuni og tíðliga í miðøld. Í renessansuni kundu kvø [...] taka tey høglini upp í hesi viðmerking. Eftir mínum tykki fløkir Jóannes á óhepnan hátt eitt ummæli av stórum listaverki, ið Torbjørn Olsen málaði í 1996, upp í essay sítt: Altartalvan í Haldarsvíkar kirkju [...] á sinni: »Kreddurnar eru so ymiskar«. Men kirkjufólkið í Haldarsvík hevur nú fingið eitt høvuðsverk í føroyskari málningalist í sítt hús - tað er í øllum førum eitt vælsignilsi. Eitt korn hevur Jóannes
øki. - Hetta granskingararbeiðið, skal ikki koma í staðin fyri ta gransking, sum er í løtuni. Í september í ár, verður ein umhvørvisráðstevna hildin í Nuuk, har umhvørviskommiserurin, Ritt Bjerregaard [...] at vit taka lut í norðurlendska samstarvinum, ikki minst í fundunum hjá forsætisráðharrunum, í norðurlandasamstarvinum. - Eg veit, at hetta gevur nakrar trupulleikar mótvegis samunum í Noregi og Svøríki [...] Motzfeldt legði dent á týdningin við ríkisfundinum. Hann segði millum annað: - Í hesum tíðum, har so nógvur ófriður og kríggj eru ymsastaðni í heiminum, haldi eg, at hesin fundur, sjálvt um tað er ein lítil
at spæla fyrstu dystirnar í altjóða kapping í Landskrona í Noregi. FSF royndi tá at fáa undantaksloyvi, men UEFA var hvørki at høgga ella at stinga í, og tí vórðu eingir dystir í Føroyum, fyrrenn grasvøllurin [...] Svangaskarði í 1991, men nú fáa vit at síggja. U-18 landsliðið er komið í bólk saman við Estlandi, Noregi og Týskalandi. Týskararnir hava bjóðað seg fram sum vertir fyri kappingini, og tað hava teir í Estlandi [...] fótbóltskapping á graslíkisvøllunum í Gundadali seinni í ár. Tað snýr seg um EM undankappingina fyri U-16 landslið. Lutakastið til undankappingina var 18. desember, og Føroyar komu í bólk við Noregi, Finnlandi
tiltøkini, føroyingar settu í verk móti kreppuni, serliga í árunum 1993 og 1994, nú vísa seg ikki at hava verið til fánýtis. Forsætisráðharrin tók fleiri ferðir undir vitjan síni upp í saman, at tað var væl [...] Loynilig skjøl Tað vísir seg, at rættiliga nógv skjøl, sum hava við undirgrundarmálið at gera, eru stemplað loynilig, og tí er ikki møguligt at fáa innlit í hesi skjøl. Spurdur, um hetta kanska kundi koma av [...] segði, at hann var fegin um ferðina í Føroyum, og tók upp aftur, at hann var serliga fegin um, at hann ikki lurtaði eftir teimum, sum ráddu honum frá at fara. »Vit hava tosað um føroyska búskapin, sum eg
vildi hava lítla og bíliga umsiting. Hetta sást eisini aftur í, at bæði Húsalánsgrunnin, sítt reiðaravirki og annað virksemi kundi hann umsita í einum skoti úti undir væðingini í Føroya Banka. Í mong ár [...] flokkin, umboðandi Suðurstreym. Hann sat á tingi í 24 ár út í eitt, til 1974. Eg var so heppin at uppliva tað, at sita saman við honum á tingi í átta ár. Hann var ikki orðaríkur maður, hvørki av tingsins [...] fekk sær tí í staðin sernavnið á ánni og kom at eita Hanus við Høgadalsá eitt hábærsligt navn fyri ein hábærsligan mann. Hann fór tann bókliga vegin, tók realprógv í Havn og fór í postlæru í Danmark. Hann
nær arbeiðið verður gjørt. Vit hava fingið upplýst, at onki er sett av á donsku fíggjarlógini í ár til endamálið. Í løtuni bíðar flogvøllurin eftir eini avgerð í málinum. Í sambandi við royndirnar var teknisk [...] málinum, sigur hann. Møguligu útbyggingarnar í Vágum eru í tveimum. Í fyrstu atløgu er tað spurningurin um at seta upp, tað tey nevna ?glíðibana - anlegg³ . Í øðrum lagi er talan um at leingja flogbreytina [...] ð vil hava at vita, hvørjar ætlanir føroyingar hava við flogvølli í Føroyum, áðrenn avgerðin verður tikin. Theo Rabenberg sigur, at hansara persónliga áskoðan er, at skulu stórar íløgur gerast í Vágum
VÍF. Kyndil skal í øllum førum vísa meira enn teir hava gjørt seinastu tveir dystirnar móti StÍF, um teir ætla sær at vinna steypakappingina í ár. VÍF má vera favorittur til at koma í finaluna og vinna [...] Sunnudagin vann StÍF sannførandi á Kyndli í seinasta landskappingardystinum hjá monnum áðrenn endaspælið. Mikukvøldið hittust somu liðini aftur, hesa ferð í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini, og vinnarin varð [...] gjørdi níggju av teimum 27 málunum hjá StÍF. Í dystinum sunnudagin var lítið veiggj í Kyndlaliðnum, men tað sást, at teir hesa ferð ætlaðu sær okkurt annað. Tvær hálvfinalur skulu spælast, og tí er tað
Um eitt hálvt ár byrjar HM-endaspælið í fótbólti, sum verður í Fraklandi. Føroyingar kunnu bíleggja atgongumerki til HM-dystirnar gjøgnum FSF, og áhugin tykist vera rættiliga stórur. Fyrrapartin í gjár hevði [...] ni út til keypararnar ov skjótt, tí vandi er fyri, at keyparin selir tey víðari. Vandin í hesum er millum annað, at áskoðarar hjá báðum liðum koma at sita saman, og av trygdarávum royna fyrireikararnir [...] serliga dystirnir hjá Danmark og seinastu avgerandi dystirnir, sum fólk vilja sleppa at síggja. Summi hava sligið seg saman og bílagt 30 atgongumerki til onkran dyst. Tey, sum ætla sær at fáa atgongumerki
Lærararnir bíða eftir at frætta frá mótpartinum, og mótparturin vil ikki samráðast, so leingi lærararnir eru í verkfalli. Elif Samuelsen, landsstýrismaður í skúlamálum, sigur, at landsstýrið vil hava teir tveir [...] flokkarnar hava sama pensum - við samanleggingini fyri eyga. - Lærararnir hava tí vitað tað líka síðan, sigur Eilif Samuelsen. Hann kennir væl avtaluna frá 199 um, at næmingatalið hægst skal vera 24, men í un [...] undantaksføri kann tó í samráð við Yrkisfelagið verða farið upp um hetta tal. - Miðan desember mánað setti landsstýrið seg í samband við felagið um hetta, men felagið segði nei og vísti til aðalfundarsamtykt
tann einasta frá tí túrinum eftir á lívi. - Eg hevði ongantíð sæð henda Víkar-Jógvan, sum búði í 50 ár í Danmark, aftur síðan 1924. Eg havi spurt eftir honum, men eingin visti at siga mær, og eg helt tí [...] Arizonu, teir báðir og so Alex Jacobsen av Húsum. Alex doyði í summar, og hann plagdi Jógvan Glerfoss javnan at práta við í telefon. - Henda dagin í Elduvík tosaðu vit um, hvussu harmiligt tað var, at vit allir [...] at vit 73-74 ár seinni skuldi hittast aftur í heimbygd hansara og ættarbygd míni. Abbi mín var ættaður úr Elduvík. Hittast aftur - Tá vit skiltust, avtalaðu vit at hittast aftur, og vit hava síðan tosað