Vit kunnu ikki slaka

- Talan er als ikki um at leggja saman aðrar flokkar enn teir tveir á Kambsdali, sigur landsstýrismaðurin í skúlamálum

Einki røkist fyri loysn á arbeiðssteðginum hjá studentaskúla- og HF-lærarunum.

Lærararnir bíða eftir at frætta frá mótpartinum, og mótparturin vil ikki samráðast, so leingi lærararnir eru í verkfalli.

Elif Samuelsen, landsstýrismaður í skúlamálum, sigur, at landsstýrið vil hava teir tveir 1. g-ararnar á Kambsdali samanlagdar fyri at spara, og talan er bara um hesar báðar flokkarnar, tí teir eru so smáir - bara 14 í hvørjum flokki.

Tá skúlaárið byrjaði varð avtalað við leisluna á skúlanum, at flokkarnir skuldu leggjat saman á nýggjárinum. Hetta fingu lærararnir at vita frá skúlastjóranum, sum tí heitti á lærararnar um at lata flokkarnar hava sama pensum - við samanleggingini fyri eyga.

- Lærararnir hava tí vitað tað líka síðan, sigur Eilif Samuelsen.

Hann kennir væl avtaluna frá 199 um, at næmingatalið hægst skal vera 24, men í undantaksføri kann tó í samráð við Yrkisfelagið verða farið upp um hetta tal.

- Miðan desember mánað setti landsstýrið seg í samband við felagið um hetta, men felagið segði nei og vísti til aðalfundarsamtykt, at samráðast kundi ikki um hetta.

- Ein limur í felagnum skrivar nú lesarabræv um, at landsstýrið hevur framt maktmisnýtslu, men tað er heldur felagið, sum hevur framt maktmisnýtslu við at gera aðalfundarsamtyktina í oktober mánaði, sigur Eilif Samuelsen.

Hann heldur tað vera rætt og rímiligt, at leggja tveir so smáar flokkar saman. Annað hevði ikki verið samfelagsliga forsvarligt, heldur landsstýrismaðurin.

- Sjálvandi hevur felagið loyvi til at vísa sína ónøgd, men haðani og til at leggja skúlarnar saman er eitt langt lop. Og talan er bara um at leggja hesar báðar smáu flokkarnar saman til ein flokk við 28 næmingum. Ongar aðrar slíkar ætlanir um samanlegging eru á skránni.

Eilif Samuelsen sigur, at tað ber ikki til at taka upp samráðingar, so leingi verkfall er.

- Verkfall teirra er eisini í stríð við sáttmálan, og tað hevur felagið fingið at vita frá lønardeildini í landsstýrinum, og felagið kann tí vænta at fáa endurgjaldskrav.

- Annars er tað mín vón, at verkfallið verður avlýst sum skjótast, so næmingarnir sleppa aftur í skúla, sigur Elif Samuelsen.