landaður á Eiði, verður koyrdur inn á Bátafisk, har hann verður støddarskildur og settur til sølu á gólvuppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya. Tá fiskurin er seldur, verður hann heintaður á Eiði. [...] smáu bátar ikki loysa. Seinasta fríggjadag og leygardag landaðu ávikavist 30 og 25 snellubátar á Eiði. Fríggjadagurin byrjaði væl, men sum dagurin leið, bleiv vindur, og flestu bátar vóru aftur at landi
Nú er klárt at taka nýggja viðgerðarheimið, Frælsi, á Eiði upp. Frælsið er eitt nýtt avvenjingarrilboð til ungfólk í aldrinum 18 og 24 ár, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum. Martin Kúrberg, sum hevur [...] við mannagongdirnar, verður tað heilt stutt, so er húsið fult, sigur hann. Tað er tað gamla Hotel Eiði, sum er útvegað til viðgerðarheim til ungar misbrúkarar. Umframt at hava pláss til átta fólk í avvenjing [...] eikar. Martin Kúrberg sigur, at nú viðgerðarheimið verður tikið í nýtslu, verður almenn móttøka á Eiði mikudagin við røðum og tónleiki og samstundis verður heimið opið fyri almenninginum. Tað er Frels
Stadionætlan Skal nakar hugsingur vera hjá kommunustýrinum á Eiði um at fullføra ætlanina við at byggja stadion i Hólmanum, er neyðugt at projektera alla ætlanina og rokna út, hvat øll ætlanin fer at kosta [...] fyrsta treytin er, at kommunustýrið tekur undir við ætlanini, sigur Rólant Poulen, borgarstjóri á Eiði. Hann torir ikki at gita, hvør samanlagdi kostnaðurin verður, tí bara fyrsta byggistig er boðið út [...] fullfíggjað stadion til at kosta ikki minni enn 20 mió. krónur. Ikki verið fyri fyrr Kommunustýrið á Eiði samtykti fyri tveimum árum síðan at fylla út og planera økið, men sjálv verkætlanin hevur ongantíð
inn í berg, er púra vanligt at koma fram á tinnur og rivur, men herfyri komu teir í arbeiðinum við Eiði 2 Suður hjá SEV langt inni í fjallinum fram á nakað heilt óvanligt. Har var ein stór riva. Rivulagið [...] uppat fyri umleið 55 milliónum árum síðan. Fólk kunnu ikki fara á staðið at síggja kalsittirnar, tí Eiði Suður 2 er arbeiðsøki. Men tað ber til at síggja myndir tiknar inni í tunlinum á Vísindavøkuni í [...] frá hesum arbeiði millum annað á hewimasíðuni hjá stovninum, www.jardfeingi.fo Tá ið arbeiðið við Eiði 2 Suður er av, fer SEV at leiða vatn gjøgum tunnilin, og eingin fer tá nakrantíð at koma at sjáldsomu
Umleið 80 bátar vóru tilmeldaðir regattasiglingina hjá Hósvíkar Róðrarfelag, tá bátafylgið loysti av Eiði um 17-tíðina fríggjadagin og hábærsliga stevndi suður gjøgnum Sundalagið. Áðrenn loyst varð, mintust [...] eru, eftir førimuni ansa væl eftir hvørjum øðrum. Watson við Bátarnir høvdu ikki meiri enn loyst á Eiði, tá tvíkiljan hjá Paul Watson sást koma siglandi – ella ”stormandi” - inn gjøgnum Eiðisflógva, samstundis [...] vóru eisini einir 10 kappróðrarbátar mannaðir til hesa sigling og róðu allar teir 18 kilometrarnar av Eiði til Hósvíkar. Upprunin til regattasiglingina er, at Róðrarsamband Føroya í sínari tíð skipaði fyri
Tíðliga í gjárkvøldið, tá veðrið leikaði í upp á tað ringasta, kundi ein vanlukka verið hend á Eiði, um ringast vildi til. Nakrir mans vóru í holt við at tryggja ein glastrevjabát á bryggjuni innan fyri [...] Brotini høvdu lagt tvørtur um verjugarðin, sum tað viðhvørt ger, tá ringast vil til á útnyrðingi á Eiði. Í løtum stóð nógvur sjógvum upp um garðin, og tað var í einum slíkum óløgi, tað hendi. Úti á bryggjuni [...] maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men hann er útskrivaður aftur. Hendingin á Eiði í gjárkvøldið kundi - um verri vildi til - havt kostað mannalív, men tíbetur spældi alt væl av. Asbjørn
hava lagt við undirskriftunum, verður víst á, at tær norðaru áirnar av Eiði og suður móti Norðskála, vórðu tiknar í samband við Eiði1 verkætlanina miðskeiðis í áttatiárunum. - Her varð loyvi givið til at [...] verður aftrat, at á heysti í 2006 fekk SEV endaligt loyvi til at taka allar áirnar í norðara parti av Eiði2 økinum, sum røkkur ein hálvan kilometur suður um tunnilsmunnan við Norðskála. - Tað undrar okkum
nú at halla, og lítið hevur verið at hoyrt um, hvussu tað hevur gingist hjá snellubátunum í vár. Á Eiði, har teir nógvu bátarnir plagdu at landa, hevur fyritøkan hjá Hans Egili Joensen & Synum tikið sær [...] á snellu, hevur verið bæði stórur og góður. Hann heldur, at samlaða talið av avreiðingum í mars á Eiði hevur ligið um 100. - Hetta ljóðar kanska ikki av ongum, men hetta er ikki meira enn tað, vit kundu [...] kundu hava í ein dag, tá snelluútróðurin var mestur. Johan K. Joensen sigur, at ein várdag á Eiði landaðu teir vanliga einar 40-50 bátar og upp aftur fleiri, tá onkur leygardagur royndist til veður. - Men
Klaksvík, Johan Kallsoy, Eiði, Johan Henrik Danbjørg, Porkeri, Kristian Frederik Bjarnadal, Stykkið, Magnine Debes, Kollafjørður, Poul Titus Samuelsen, Kirkjubøur, Poul Olsen, Eiði, Poul Enok Ole Jacob Andreas [...] Henrik Danbjørg, Porkeri, og nr. 2 er Poul Enok Hansen, Norðragøta, næst uttast t.h. er Johan Kallsoy, Eiði. Um onkur av lesarum okkara kann hjálpa okkum við at fáa røttu nøvnini á røttu persónarnar, og siga
vindmyllur í Vestmanna at framleiða líka nógv, og íløgan er ca. 30 mill. kr. Verður Eiði 2 útbygt, verður farið víðari við Eiði 4 og vatnið á vestursíðuni á Skálafjørðinum í 200 m. hædd endar eisini í Eiðisflógva [...] ni í Eysturoy. Ein so stórtøkin verkætlan má umhugsast væl og virðiliga og ikki hurlast ígjøgnum. Eiði 2 ætlanin er at taka alt vatn av vestursíðuni á sunnaru helvt á Eysturoynni í ca. 200 m. hædd norður