Grøn orka eigur eisini at taka fyrilit

- SEV eigur at kenna tað sum sína skyldu ikki bert at framleiða grøna orku, men eisini at hava fyrilit fyri, hvussu landslagið sær út, eftir at vatnorkuútbyggingin er liðug, siga stigtakararnir til mótmælisskrivið

Mótmæli

 

Í fylgiskjalinum, sum tey, ið mótmæla vatnorkuútbyggingini hjá SEV, hava lagt við undirskriftunum, verður víst á, at tær norðaru áirnar av Eiði og suður móti Norðskála, vórðu tiknar í samband við Eiði1 verkætlanina miðskeiðis í áttatiárunum.

- Her varð loyvi givið til at taka allar áðirnar, siga tey.

Lagt verður aftrat, at á heysti í 2006 fekk SEV endaligt loyvi til at taka allar áirnar í norðara parti av Eiði2 økinum, sum røkkur ein hálvan kilometur suður um tunnilsmunnan við Norðskála.

- Tað undrar okkum, at tað er komið so langt, at loyvi er givið at taka allar áirnar í økinum frá Eiðisvatni og suður um tunnilsmunnan við Norðskála. Hetta er ein teinur, sum er 9,1 kilometrar langur.

Í fylgiskjalinum verður spurt, hvussu tað hongur saman, at kommunur og friðingarnevndir eru komnar til ta niðurstøðu, at eingin av teimum mongu áunum í hesum stóra øki eru verdar at varðveita.

- Vit undrast yvir, hvat fekk bygdaráðið at geva slík loyvi og harvið síggja burtur frá at verja landslagið og náttúruna í nærumhvørvinum.

Tey halda, at ein avtala millum Sunda kommunu og SEV – í 21. øld – hóskandi átti at gjørt upp við ein “alt ella einki” hugburð, sum hevur verið ráðandi innan hetta økið.

- Avtalan átti sjálvsagt at tikið atlit til, at onkur av áunum í bygdum øki vórðu varðveittar.

Í fylgiskjalinum verður víst á, at nýggj náttúruverndarlóg um stutta tíð verður sett í gildið fyri Føroyar.

- Vit seta okkara vón til, at SEV nú í 2008 – sjálvt um øll loyvi eru givin – dugir sær hógv og kennir tað sum sína skyldu ikki bert at framleiða grøna orku, men eisini hevur eyga fyri, hvussu landslagið sær út, eftir at vatnorkuútbyggingin er liðug, siga stigtakararnir til mótmælisskrivið.