REGATTA
Umleið 80 bátar vóru tilmeldaðir regattasiglingina hjá Hósvíkar Róðrarfelag, tá bátafylgið loysti av Eiði um 17-tíðina fríggjadagin og hábærsliga stevndi suður gjøgnum Sundalagið.
Áðrenn loyst varð, mintust bátasiglarar og fyriskiparar ungu eiðismenninar, sum fórust í Hestfirði eftir bátastevnuna í Vestmanna. Í ein minutt var tøgn, og hetta var ein løta, har fólk ikki minst hugsaðu um tað álvarsama í at ferðast í báti á havinum – og ikki minst, at tey, ið við eru, eftir førimuni ansa væl eftir hvørjum øðrum.
Watson við
Bátarnir høvdu ikki meiri enn loyst á Eiði, tá tvíkiljan hjá Paul Watson sást koma siglandi – ella ”stormandi” - inn gjøgnum Eiðisflógva, samstundis sum tyrlan hjá sama sást á flogi yvir stóra bátafylginum.
Hetta sá eitt sindur undarligt út, og flestu vóru á einum máli um, at Paul Watson ivaleyst mundi hatta, at bátarnir róku grind. Tvíkiljan kom heilt fram í bátafylgið og fylgdi við bátunum heilt suður móti Langasandi, tá hon vendi aftur og stevndi norður yvir aftur.
Umframt teir mongu bátarnir, sum plaga at taka lut í slíkari bátasigling, vóru eisini einir 10 kappróðrarbátar mannaðir til hesa sigling og róðu allar teir 18 kilometrarnar av Eiði til Hósvíkar.
Upprunin til regattasiglingina er, at Róðrarsamband Føroya í sínari tíð skipaði fyri tiltaki í Sundalagnum, har kappróðrarfólk kundu rógva og hugna sær saman, eftir at FM-róðurin var av.
Øll árini síðan hevur Róðrarfelagið í Hósvík skipað fyri regattasigling fríggjadag, sum síðan plagar at enda í Nóloy á ovastevnu dagin eftir, tá ovastevna er í hásæti.
Eydnaðist væl
Tá bátafylgið og manningar komu til Hósvíkar fríggjakvøldið, var ábit í bygdarhúsinum, har eisini var dansur seinni um kvøldið og til langt út á náttina.
Regattasiglingin eydnaðist væl, og úr Hósvík verður sagt, at fólk hugnaðu sær umborð á bátum og uppi í bygdarhúsinum til langt út á náttina.