Nú er klárt at taka nýggja viðgerðarheimið, Frælsi, á Eiði upp. Frælsið er eitt nýtt avvenjingarrilboð til ungfólk í aldrinum 18 og 24 ár, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum.
Martin Kúrberg, sum hevur gingið undan at stovna frælsi, sigur, at tann fyrsti brúkarin verður tikin inn mánadagin og so verða fleiri tikin inn so við og við, men tað gongur ikki leingi áðrenn øll átta plássini eru upptikin.
– Tað standa fleiri og bíða eftir at sleppa inn, so hóast vit byrja varliga við einum brúkara fyri at venja okkum við mannagongdirnar, verður tað heilt stutt, so er húsið fult, sigur hann.
Tað er tað gamla Hotel Eiði, sum er útvegað til viðgerðarheim til ungar misbrúkarar. Umframt at hava pláss til átta fólk í avvenjing, hava tey eisini eina útslúsing, har tey læra fólk, sum eru vand av rúsdrekka ella rúsevni, at klára seg í samfelagnum, antin tey so ganga í skúla, ella arbeiða.
– Tey læra at gera mat, tey læra at vaska klæðir og annað mangt, sum krevst fyri at klára seg í samfelagnum, sigur Martin Kúrberg.
Tað vera sjey starvsfólk, sum verða fast knýtt at Frælsinum, talan er um kokk, lærara, og onnur, men so hava tey avtalur um at keypa serkøna hjálp uttanhýsis, bæði sálarfrøðing og annað.
Endamálið er eisini at senda fleiri fólk til Noregs at útbúgva tey í hesum sambandi og endamálið er eisini at skipa eina ráðgeving, sum foreldur og onnur avvarðandi, kunnu ringja til alt samdøgurið at leita sær ráð í sambandi við rúsdrekka- og rúsevnatrupulleikar.
Martin Kúrberg sigur, at nú viðgerðarheimið verður tikið í nýtslu, verður almenn móttøka á Eiði mikudagin við røðum og tónleiki og samstundis verður heimið opið fyri almenninginum.
Tað er Frelsunnarherurin, sum stendur aftanfyri heimið og tað verður ein av ímyndunum av Frelsunnarherinum, Njál Mackay Djurhuus, sum kemur til Føroya at taka heimið alment í nýtslu.