Seta tøl á Hólmaætlanina

Á afturlatnum fundi verður kommunustýrið á Eiði í kvøld kunnað um byggiætlanina í Hólmanum

Stadionætlan

 

Skal nakar hugsingur vera hjá kommunustýrinum á Eiði um at fullføra ætlanina við at byggja stadion i Hólmanum, er neyðugt at projektera alla ætlanina og rokna út, hvat øll ætlanin fer at kosta.

- Nú fara vit at seta tøl á, men fyrsta treytin er, at kommunustýrið tekur undir við ætlanini, sigur Rólant Poulen, borgarstjóri á Eiði.

Hann torir ikki at gita, hvør samanlagdi kostnaðurin verður, tí bara fyrsta byggistig er boðið út, og tilboðið fyri tað arbeiðið er 1,8 mió. krónur. Øll útfyllingin er mett at kosta um fýra milliónir krónur, men tað kemur nógv aftrat. Onkur hevur mett eitt fullfíggjað stadion til at kosta ikki minni enn 20 mió. krónur.

 

Ikki verið fyri fyrr

Kommunustýrið á Eiði samtykti fyri tveimum árum síðan at fylla út og planera økið, men sjálv verkætlanin hevur ongantíð verið fyri á fundi í kommunustýrinum.

Tað kemur broytta ætlanin í kvøld á afturlatnum fundi, sum verður beint undan almenna fundinum. Fundurin í kvøld er framskundaður. Eftir røttum skuldi fundurin verða 1. september, men við tað at borgarstjórin fer burtur og kemur ikki heim aftur fyrr enn hálvan september, hevur hann framskundað fundin til í kvøld.

 

Størri skuld

Rólant Poulsen leggur upp til, at byggingin verður fíggjað yvir raksturin, men tað kann gerast neyðugt at taka lán.

Hann argast inn á Fíggjarmálaráðið, sum broytti roknskaparháttin hjá kommununum, tí broytingin hevði við sær, at skuldin hjá Eiðis kommunu kom upp á 23 mió. krónur. Frammanundan var skuldin 14 mió. krónur, men við broytingini eru tær 9 mió. krónurnr í Felagsskúlanum á Oyrabakka lagdar aftrat.

Skuldin er á leið ein álíkning, og skal ein kommuna taka meira lán, krevur tað serligt loyvi frá landsstýrinum.

Rólant Poulsen nevnir annar, at kommunustýrið annars hevur møguleikan at hækka skattaprosentið. Skattaprosentið er nú 20 og kann setast upp til 23.