Tveir mans skolaðu í havið á Eiði

Ógvusliga hendingin fór fram tíðliga í gjárkvøldið, tá faðir, synir og abbasonur vóru í holt við at tryggja ein bát, sum stóð illa fyri í uppganginum innan fyri brimgarðin á Eiði.

 

Tíðliga í gjárkvøldið, tá veðrið leikaði í upp á tað ringasta, kundi ein vanlukka verið hend á Eiði, um ringast vildi til. Nakrir mans vóru í holt við at tryggja ein glastrevjabát á bryggjuni innan fyri grótkastið. 

Báturin var komin til bygdar millum jól og nýggjár og stóð upp ímóti brimgarðinum - illa vardur í uppganginum.

Brotini høvdu lagt tvørtur um verjugarðin, sum tað viðhvørt ger, tá ringast vil til á útnyrðingi á Eiði. Í løtum stóð nógvur sjógvum upp um garðin, og tað var í einum slíkum óløgi, tað hendi.  

Úti á bryggjuni vóru einir fýra mans hesa løtu - ein 82 ára gamal maður, tveir av synum hansara og ein abbasonur, allir vaksnir menn. Í tí eina óløginum, sum legði tvørtur um garðin, hendi tað, at sonur og abbasonur vórðu skolaðir út á sjógv.

Tað eydnaðist yngra manninum at taka seg inn móti bryggjukantinum, meðan ein endi ella slanga var tveitt manninum, sum fleyt útfyri. Tað eydnaðist teimum báðum á landi at fáa teir báðar í sjónum upp á turt aftur í øllum góðum.

Hin 82 ára gamli, sum hevði baksast á bryggjuni, var nú vorðin kaldur og hevði ilt við at fáa hita aftur í kroppin. Tað endaði við, at hin eldri maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men hann er útskrivaður aftur.

Hendingin á Eiði í gjárkvøldið kundi - um verri vildi til - havt kostað mannalív, men tíbetur spældi alt væl av. Asbjørn Østerø, sløkkiliðsleiðari í Eiðis kommunu, sigur, at teir vóru ikki partur av tí, sum fór fram úti á bryggjuni hesa løtu.

 

- Hetta var eitt familjuátak at bjarga einum báti, sum stóð illa fyri í uppganginum, ið var, og tíbetur spældi alt væl av, sigur hann.